fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 6.6m/s

Leita á in.fo

Árni Joensen 15.06.2014 (07:30)

Sea Shepherd-fólk bóðu um hjálp

Tað var um fýra-tíðina í morgun, at fólk hjá Sea Shepherd ringdu til løgregluna í Havn og bóðu um hjálp.

 

Fólk vóru komin oman á bryggjuna, har skipið hjá felagsskapinum, Columbus, liggur, og tey vóru farin at rópa ókvæmisorð eftir manningini.

 

Fremmandafólkini kendu seg hótt, og tí ringdu tey til løgregluna og bóðu um hjálp. 

 

Løgreglan fór á staðið og fekk skil á.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her