Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 18.09.2014 (09:40)

Sea Shepherd fólk kæra útvísing úr Føroyum

Tey seks Sea Shepherd fólkini eru víst av landinum, fara at kæra avgerðina.

Tað sigur verji teirra, Jógvan Páll Lassen.

 

Tey vórðu dømd fyri at hava brotið grindareglugerðina og politiviðtøkurnar í grindadrápinum á Sandi, leygardagin 30. august.

 

Tann 8. september vóru tey í Føroya Rætti og har fingu tey 1000 krónur í bót og samstundis heitti løgreglan á útlendingastýrið í Danmark um at vísa teimum av landinum.

 

Og týsdagin komu so boðini frá útlendingastýrinum um, at tey skulu vísast av landinum í eitt ár fyri at hava verið til stóran ampa og fyri at hava sett trygd og heilsu í vanda.

 

Jógvan Páll Lassen sigur, at hendan avgerðin verður nú kærd fyri danska løgmálaráðnum.

 

Tey seks Sea Shepherd fólkini halda, at grundgevingin fyri at vísa teimum av landinum, er rættiliga tunn, tí talan er ikki um meiri enn eina bót á 1000 krónur.

 

- Mær lysti at vita um onkur annar hevði verið útvístur fyri eitt lógarbrot, sum gevur 1000 krónur í bót, sigur verjin.

 

Jógvan Páll Lassen heldur, at hetta er ein serlig støða og tað skurrar í oyrunum á honum, at tey skulu hava verið til stóran ampa og at tey skulu hava sett trygd og heilsu í vága.

 

- Spurningurin er eisini um tað er nakað lágmark er fyri, hvussu lítið skal til, áðrenn ein kann verða sendur av landinum.

Og tað er hesin spurningurin, Sea Shepherd fólkini vilja hava eina avgerð um.

 

- Tá ið løgmálaráðið hevur tikið støðu, fáa vit so eina endaliga avgerð frá hægsta myndugleika um eitt lógarbrot sum hetta er nóg mikið til at vera víst av landinum, sigur verjin hjá Sea Shepherd fólkunum.

 

Men avgerðin um at kæra er mest av prinsipiellum orøkum, tí kæran fær ikki útsetetandi virknað. Tað merkir, at tey kunnu ikki verða verandi í Føroyum ímeðan málið verður viðgjørt.

 

Hann sigur, at av teimum seks fólkunum, sum vórðu víst av landinum, vóru tey fýra longu farin og tey bæði, sum eru eftir, skuldu undir øllum umstøðum av landinum í næstu viku.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her