Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 16.08.2014 (10:02)

Sea Shepherd-fólk stjala á Sandi

Seinasta hósdag varð nýtt skeltið hongt upp á húsini hjá Sands kommunu Úti á Munkinum, tey rópa. Tað er her, at kommunan hevur undirhús, alment wc, brúsu og ymiskar fasilitetir til oyggjafólk og vitjandi í Sandoynni annars.

 

Sambært skeltinum hava øll vitjandi framhaldandi atgongd til hølini og til teir fasilitetir, sum her eru, men ein bólkur av fólki er nú í nýggja uppslagnum undantikin hesum møguleikum.

 

Tað er Sea Shepherd og øll tey fólk, sum eru partar av hesum felagsskapi. Hesi eru IKKI vælkomin at brúka nevndu fasilitetir hjá Sands kommunu longur. Sea Shepherd-fólkum verður nevniliga sýtt atgongd í hølunum.

 

Tað er borgarstjórin í kommununi, Brandur Sandoy, sum leggur navn til nýggja skeltið, og hann sigur við in.fo, at fólk hjá Sea Shepherd bæði hava brúkt - men eisini misbrúkt - hølini, síðan tey komu higar til lands.

 

- Umframt at tey bæði hava brúkt og misbrúkt hølini, hava tey eisini stjolið wc-pappír og annað í húsinum, sigur hann.

 

Sjálvur heldur Brandur Sandoy, sum eisini er løgtingslimur í samgongu, at landsstýrið er ótrúliga passivt í málinum um Sea Shepherd, sum hann tekur til.

 

- Vit vinna einki við at lata okkum kúga og hyggja at, meðan Sea Shepherd rekur grindirnar út á hav aftur, so vit ikki fáa fatur í teimum.






 

Brandur Sandoy sigur, at hann ætlar at gera tað, hann er mentur, fyri at vísa løgtinginum á, at føroyingar í spurninginum um Sea Shepherd áttu at havt handlað øðrvísi, enn gjørt hevur verið higartil.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her