Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 12.05.2015 (10:45)

Sea Shepherd kemur við drotningini til Føroya

Sea Shepherd hevur í morgun boðað frá, at teirra nýggja herferð ímóti grindadrápi byrjar 14. juni. Tá verður farið undir kampanjuna, ið tey kalla ”Sleppið grindini”, og felagsskapurin ætlar sær at gera enn meiri burtur úr vaktarhaldi og átøkum í Føroyum, enn gjørt var í fjørsummar.

Um tað er av tilvild ella ikki, ber ikki til at siga, men í øllum førum byrjar herferðin hjá Sea Shepherd dagin fyri, at Margretha drotning og Heindrikkur prinsur koma til Føroya á almenna vitjan.

Í hølunum á kongshjúnunum eru sum vera man nógv útlendsk fjølmiðlafólk, og hetta kundi verið nakað, sum Sea Shepherd ætlar sær at gera sær dælt av.

Kongshjúnini eru í Føroyum frá 15. til 19. juni, og tey skulu vitja eitt nú í Suðuroy, Skúvoy, Sandoy og í Havn.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her