Fingrarnar vekk, Jákup Mikkelsen!

Tað er óforskammað frekt at hoyra ein so royndan politikara siga so nógv tvætl upp á so lítla løtu, sigur Heðin Mortensen.


Heðin Mortensen svarar nú Jákupi Mikkelsen aftur, eftir at seinni nevndi í fjølmiðlunum í farnu viku tók til orða fyri at byggja eina stóra farmahavn í Skálafjørinum heldur enn í Havn, umframt at hann aftur tók til orða fyri eini útjavningarskipan.

 

Boðini frá borgmeistaranum í Havn eru grei. Jákup Mikkelsen skal halda fingrarnar burtur.

- Hansara politiski boðskapur var tann vanligi: framburður skal bara ikki verða í Havn! Tað, sum eg serliga eri skelkaður av, er ætlanin hjá fólkaflokstingmanninum at taka burtur fíggjarliga grundarlagið hjá Tórshavnar havn fyri víðari útbygging. Hann av øllum veit, at ein útjavningarskipan hevur ta avleiðing, at eingin longur hevur styrki til at fremja tær íløgur, sum føroyska samfelagnum veruliga tørvar.

 

Heðin Mortensen vísir á, at stórur tørvur er á eini altjóða skipahavn og at Havnin í løtuni er í tí støðu, at hon kann fremja hana. Heðin Mortensen ger púra greitt, at Jákup Mikkelsen hevur einki at óttast, tá hann leggur doyin við, at Tórshavnar kommuna má rinda kostnaðin sjálv.

 

- Álvaratos, Jákup Mikkelsen, eingin annar enn Tórshavnar kommuna hevur rindað tær útbyggingar, sum hava verið í Havn, og vit rinda sanniliga eisini ta komandi! Tað er óforskammað frekt at hoyra ein so royndan politikara siga so nógv tvætl upp á so lítla løtu, sigur Heðin Mortensen.

 

Heðin Mortensen ivast ikki í, at tað eru lokalpolitisk áhugamál, ið liggja undir viðmerkingunum frá løgtingsliminum úr Klaksvík.

 

- Vilja hann og klaksvíkingar hava meira burturúr, so mugu teir sjálvir arbeiða fyri tí og ikki bara sita uppafturá og krevja, at krónurnar skulu koma rullandi úr høvuðsstaðnum sum ein sosialveiting, skrivar borgarstjórin í Havn.

 

- At Jákup Mikkelsen í einum valári roynir at gera Havnina til eitt stórt ódjór, er hansara egni trupulleiki. Eg kann ikki læra hann og aðrar lokalpolitikkarar at elska Havnina, men hann eigur sum tað minsta at virða tann framburð, sum Havnin sjálv skapar til gagns fyri samfelagið alt, skrivar Heðin Mortensen at enda.

 

Les lesarabrævið her