Leita á in.fo

Danjal av Rana 06.01.2016 (20:30)

Sea Shepherd skal ikki ráða í Føroyum

Annika Olsen, løgtingskvinna, hevur í dag sett Poul Michelsen, vinnu- og uttanríkismálaráðharra, ein spurning um Sea Shepherd og ein um útlendingamál.

Í fyrsta lagi spyr hon, um nakrar ætlanir eru at forða Sea Shepherd at koma inn í føroyskt sjóøki í 2016. Hon vísir á, at framferðin hjá Sea Shepherd í fjør hevur havt skaðiliga ávirkan á føroysku ferðavinnuna, og hon heldur, at okkurt eigur at verða gjørt øðrvísi í ár.

- Rættast hevði verið, at hesi skipini hjá Sea Shepard vórðu forðaði yvirhøvur at koma inn um 12 fjórðingar. So høvdu vit sloppið undan nógvum óneyðugum stríði, skrivar hon í viðmerkingunum til spurningarnar. Sjálvt metir hon, at trupulleikin botnar í, at føroyingar ikki sjálvir ráða í útlendingamálum og tí er tað, at hon spyr seinna spurningin eisini: Verða útlendingamál yvirtikin í ár?

- Tað er ongantíð so umráðandi sum just nú, at vit yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlitið, tí í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki fremmandir felagsskapir, sum hótta okkara grundleggjandi rættindi til okkara tilfeingi, skrivar hon í viðmerkingunum til spurningarnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her