Føroyar kundu samrátt seg til hóskandi leikir

Allir møguleikar hjá Føroyum at samráða seg til einar hóskandi leikir vóru ikki brúktir, heldur formaðurin í altjóða Oyggjaleikanevndini


Føroyar ætlaðu sær at verða vertir fyri Oyggjaleikirnar í 2019 og høvdu so at siga fingið leikirnar. Men tá ÍSF ikki helt seg verða ført fyri at hýsa teimum kravdu 12 ítróttargreinunum, men bert 11 ítróttargreinum, og einki ítøkiligt hendi við byggingini av golfvølli, valdi ÍSF at taka seg aftur. 


Í staðin fekk Minorka leikirnar í 2019, og nú avgerast skal, hvør skal hava leikirnar í 2021, hevur ÍSF boðað altjóða Oyggjaleikanevndini frá, at Føroyar bjóða seg ikki sum vertur. Høvuðsorsøkin er tann sama: Føroyar halda seg ikki megna at skipa fyri meira enn 11 ítróttargreinum.

ÍSF hevur eisini víst á, at tá ið Oyggjaleikirnir seinast vóru hildnir í Føroyum, løgdu leikirnir fyrsta økið til frælsan ítrótt eftir seg. Hesaferð var ætlanin at leggja golfvøll eftir seg, men tá tað ikki ber til, heldur ÍSF, at betur er at nýta ta stóru sjálvbodnu orkuna og ta vælvild frá sponsorum, sum fyriskipan av oyggjaleikum krevja, til annað endamál.

- Vit hava áður havt Oyggjaleikir uttan golf, og tað hevði ivaleyst eisini latið seg gjørt aftur. Nú kappast vit ikki longur um, hvør skal fáa Oyggjaleikirnar, vit samráða okkum fram til eina avgerð. Og í grundini er alt til samráðingar, og tað hevði helst eisini verið gjørligt hjá Føroyum at samráðst seg til eina leikir, sum passaðu Føroyum, sigur Jørgen Pettersson, formaður í IIGA.

Við hesum sipar hann til, at tann 12. ítróttargreinin kundi verið onkur minni ítróttargrein, sum tað kundi borið til at fingið fyriskipaða í Føroyum.

- Men eg vil leggja dent á, at hetta er avgerðin hjá Føroyum. Tað er ikki avgerandi fyri at fáa vertsskapin av Oyggjaleikunum, at nakað verður lagt eftir seg av ítróttaranleggum, men tað leggur ÍSF stóran dent á, og tað virða vit, sigur Jørgen Pettersson.

Formaðurin í IIGA harmast, at Føroyar ikki bjóða seg fram sum vertur, men hann heldur, at tað er mest synd fyri Føroyar, sum hava mist ein stóran møguleika at vísa oyggjarnar fram og føra Oyggjaleikirnar víðari.