fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 16.03.2016 (22:50)

Setur sítt álit á Sambandsflokkin

- Sambandsflokkurin hevur gjørt greitt, at teir atkvøða fyri uppskotinum, um teir fáa trygd fyri, at talan einans er um borgarliga vígslu og at uppskotið ikki røkkur inn um kirkjugátt. Tí havi eg álit á, at uppskotið verður samtykt, sigur Bjørt Samuelsen, sum er ein av teimum fýra uppskotsstillarunum.

 

Sjálv heldur hon, at málið er lýst sera væl, men sigur at, um tað er tað, sum skal til fyri at tryggja ein meiriluta, er hon sjálvandi sinna at geva betri tíð til at lýsa málið betri. Tí valdi hon at atkvøða fyri uppskotinum um at senda málið aftur í nevnd.

- So vænti eg, at tey, sum hava sagt seg vera fyri, men ótrygg um júst hetta uppskotið, eru sinnað at atkvøða fyri, tá tey hava fingið málið lýst betri, sigur Bjørt Samuelsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her