Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 25.04.2015 (06:35)

Skálafjarðartunnilin farin í likvidatión

Skráseting Føroya boðaði í gjár frá, at P/F Skálafjarðartunnilin, 650 Toftir, er farin í likvidatión.

 

Nevndin og stjórin eru farin frá, og likvidator settur.

 

Fráboðanin frá Skráseting Føroya er soljóðandi:

 

Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan:

Skrásetingar-nr. P/F 4186, P/F Skálafjarðartunnilin, 650 Toftir.

Navn: Nýtt navn: P/F Skálafjarðartunnilin í likvidatión

 

Nevnd: Farin úr nevndini: Ingi Højgaard, Yviri við Strond 107, 100 Tórshavn (nevndarformaður) Artur Johansen, Láarvegur 4, 490 Strendur (nevndarlimur)
Jan Jakobsen, Tjarnarlág 12, 100 Tórshavn (nevndarlimur)
Símin Johannesen, Høganesvegur 67, 650 Toftir (nevndarlimur)

Magnus Rasmussen, Lambavegur 12, 627 Lambi (nevndarlimur) Beinta Petrea Olsen, Varðagøta 10, 640 Rituvík (nevndarlimur)

Stjórn: Innkomin sum likvidator: Ingi Højgaard, Yviri við Strond 4, Postbox 359, 110 Tórshavn

 

Farin frá sum stjóri: Jan Jakobsen, Tjarnarlág 12, 100 Tórshavn

Átekning: Felagið er tann 13.04.2015 farið í sjálvbodna likvidatión

Proklamalýsing: Ognarar felagsins verða bidnir um innan 3 mánaðir frá í dag, at fráboða krøv síni til felagið.

 

Skráseting Føroya tann 23. apríl 2015

Kristin Balle

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her