Skotin á alljósum degi í Keypmannahavn

Hin 39 ára gamli var saman við konu síni, sum skjótt skal føða barn, tá hann eirindaleyst varð skotin og dripin á Vesturbrúgv.

 

Løgreglan hevur funnið patrónhylki, har hendingin fór fram. Mynd: Kenneth Meyer/Ekstra Bladet

Løgreglan hevur funnið patrónhylki, har hendingin fór fram. Mynd: Kenneth Meyer/Ekstra Bladet

 

Týsdagin klokkan 13.20 varð ein 39 ára gamal maður skotin og dripin í Helgolandsgade á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Maðurin var saman við konu síni, sum er við barn og sum skjótt skal føða, tá hendingin fór fram.

Ein vinmaður mannin, sum varð dripin, sigur við heimasíðuna www.eb.dk, at familjan er í sjokki, og eingin skilir, hví hetta skuldi henda. - Hetta er fullkomiliga óskiljandi. Tey vóru glað og eydnurík, eftir at tey gingu saman í hjúnarlag í fjør summar, og maðurin gleddi seg ómetaliga nógv til at gerast pápi.

Tað var ein maður í masku, sum skeyt og drap. Hann kom út úr einum svørtum Audi-bili og fór beint yvir ímóti hinum 39 ára gamla og læt nøkur skot av. Síðan leyp drápsmaðurin aftur í bilin sum í skundi koyrdi avstað.

Sambært www.eb.dk vóru fleiri vitni til hendingina. Tveir menn, sum arbeiða í umhvørvinum á Vesturbrúgv, siga við heimasíðuna, at drápið sá út til at vera ræðandi professionelt og tilætlað, sum hann tók til.

Eitt annað vitni sigur við TV 2, at hann í minsta lagi hoyrdi fimm skot. Hin 39 ára gamli varð fluttur á sjúkrahús, har hann varð staðfestur deyður.

Ein Audi-bilur varð ein tíma seinni funnin brendur.

Tað vísti seg nevniliga, at tá løgreglan ein góðan tíma eftir tilburðin í Helgolandsgade fekk eini boð um ein brennandi bil, at hesin bilurin var av júst sama slagi, sum bilurin, ið brotmaðurin koyrdi burtur í.

Bilurin er ein Audi A4 Avant, og danska løgreglan heldur, at samanhangur er millum óhugnaligu hendingina og bilin, sum brendi. Í gjár eftirlýsti løgreglan fleiri vitnum, sum kunnu vita um hendingina ella bilin at siga.

Enn er eingin undir illgruna í málinum, og eingin er handtikin. Vitnir, sum vóru á staðnum, tá hin 39 ára gamli varð skotin og dripin, siga eisini, at tann, sum skeyt og tann, sum sat við róðrið á bilinum, vóru "myrkir", sum tey taka til.

Í løtuni veit danska løgreglan ikki, hvat møguliga motivið aftan fyri óhugnaligu hendigina kann vera, og nú er løgreglan í holt við at kanna privatlív og virksemi hjá tí dripna, eins og kannað verður, hvørjum hann plagdi at vera saman við.

 

 

Løgreglan hevur funnið patrónhylki, har hendingin fór fram. Mynd: Kenneth Meyer/Ekstra Bladet