Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.08.2015 (11:21)

Skulu draga Føroyar í rættin

Paul Watson og Sea Shepherd savna nú undirskrivtir saman fyri at heita á Frankaríki at draga Danmark í rættin til at steðga grindadrápinum.

 

Ætlanin er at fáa Frankaríki at at hála Danmark fyri altjóða dómstólin í Hague til tess at steðga grindadrápinum.

 

Sambært Paul Watson skrivaðu 12.000 fólk undir áheitanina upp á stutta tíð, og í skrivandi løtu hava okkurt um 27.000 fólk skriva undir.

 

Høvuðsklagan hjá Sea Shepherd móti Danmark er, at danska sjóverjan hevur stuðlað og hjálpt føroysku grindamonnunum í grindadrápinum. Sea Shepherd vísir á, at talan er um eina gamla siðvenju, men vil vera við, at siðvenjan einki pláss hevur í dagsins samfelag, at føroyingar ikki hava fyri neyðini at veiða hval og at grindin harumframt er skaðilig fyri fólkaheilsuna.        

 

Sea Shepherd vísa eisini á, at fleiri franskmenn eru dømdir í Føroya rætti fyri at leggja upp í grindadráp, tó at felagsskapurin vil vera við at hetta var gjørt friðarliga. Ein fronsk kvinna var dømd í farnu viku, meðan í fjør vóru átta franskmenn dømdir eftir grindadrápið á Sandi.

 

Sea Shepherd vilja enn einaferð vera við, at grindahvalurin er eitt hótt djóraslag og vart av evropiskari lóg, og heitir tí á Frankaríki at stevna Danmark fyri at hava latið sína sjóverju bróta hesa lóg.

 

Allarhelst verður hetta høvuðsboðskapurin, tá Sea Shepherd í Frankaríki, saman við Paul Watson og Lamya Essemlalli skipa fyri mótmælisgongu uttan fyri donsku sendistovuna í París annað vikuskifti.

 

Í fjør vóru flestu mótmælisgongurnar avlýstar, so spennandi verður at síggja, hvussu uppmøtingin verður í ár.

 

Sea Shepherd hevur í ár lagt seg eftir serliga at leggja trýst á Danmark fyri teirra stuðul av føroyska grindadrápinum, tó uttan at tað tykist hava rinið við danskar myndugleikar, kanska heldur tvørtur ímóti.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her