fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 03.05.2014 (05:29)

Søguliga vánaligt úrslit hjá Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin hevur ongantíð í 108 ára longu søgu síni fingið so vánaligt úrslit, sum flokkurin fær í veljarakanningini, sum Gallup gjørdi fyri ting.fo, og sum varð kunngjørd í gjár.

 

Kanningin gevur Sambandsflokkinum fimm tingsessir í mun til níggju, sum flokkurin hevur í dag – ella teir átta, sum flokkurin fekk á seinasta vali 29. oktober í 2011.

 

Slakasta úrslitið sum Sambandsflokkurin nakrantíð hevur fingið á einum løgtingsvali var í 1998, eftir at flokkurin hevði sitið við stjórnarvaldið við Edmundi Joensen sum løgmanni. Tá fekk flokkurin 18,1 prosent.

 

Á løgtingsvalinum í 1974 var Sambandsflokkurin niðri á 19,1 prosenti. Men á valinum í 1978 vann flokkurin stórsigur við Paula Ellefsen á odda. Tá gekk flokkurin 7,2 prosent fram og fekk 26,3 prosent. Men størstu framgongdina, sum flokkurin hevur fingið á einum vali, fekk Sambandsflokkurin í 2002 við Lisbeth L. Petersen á odda. Tá gekk flokkurin fram við 7,9 prosentum – úr teimum 18,1 prosentunum í 1998 til 26 prosent í 2002.

 

Sambært veljarakanningini í gjár so fær løgmaður og samgongan og serliga Sambandsflokkurin ein ordans frammaná. Sambandsflokkurin fer frá at vera størsti flokkur til at gerast fjórði størsti flokkur á tingi við fimm tingsessum í mun til eitt nú Miðflokkin, sum fær tríggjar. Kaj Leo Johannesen er tá tann formaður Sambandsfloksins, sum hevur havt størsta skrædlið sum floksformaður við at missa níggju prosent av atkvøðunum.

 

Býtið í tinginum sambært gallupkanningini hjá ting.fo er soleiðis:

 

Fólkaflokkurin             17,7% (22,5)            6 tingsessir (-3) (-2 í mun til valið)

Sambandsflokkurin      15,7% (24,7)            5 tingsessir (-4) (-3 í mun til valið)

Javnaðarflokkurin        25,1% (17,8)            8 tingsessir (+3) (+2 í mun til valið)

Sjálvstýrisflokkurin      1 tingsess (tøl ikki upplýst)

Tjóðveldi                     23% (18,3)               8 tingsessir (+2)

Framsókn                    2 tingsessir (+1) (sama í mun til valið) (tøl ikki upplýst)

Miðflokkurin                 3 tingsessir (+1) (tøl ikki upplýst)

 

 

Les eisini: Løgmaður fekk ein ordans frammaná

 

 

Talvan niðanfyri vísið prosentbýtið á løgtingsvalunum seinastu 108 árini.

A: Fólkaflokkurin

B: Sambandsflokkurin

C: Javnaðarflokkurin

D: Sjálvstýrisflokkurin

E: Tjóðveldi

F: Fyrstu árini Framburðsflokkurin hjá Kjartani Mohr, seinni Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin Kristiligi Fólkaflokkurin. Síðani 2011 Framsókn

B: Verkamannafylkingin

H: Miðflokkurin

 

 

Prosentbýti

A

B

C

D

E

F

G

H

201129/10

22,5

24,7

17,7

4,2

18,3

6,3

 

6,2

200819/1

20,1

21

19,3

7,2

23,3

 

 

8,4

200420/1

20,6

23,7

21,8

4,6

21,7

 

 

5,2

200230/4

20,8

26

20,9

4,4

23,7

 

 

4,2

199830/4

21,3

18,1

21,9

7,6

23,8

2,5

0,8

4,1

19947/7

16

23,4

15,3

5,6

13,7

6,3

9,5

5,8

199017/11

21,9

18,9

27,5

8,8

14,7

5,9

 

 

19888/11

23,2

21,2

21,6

7,1

19,2

5,2

 

 

19848/11

21,6

21,2

23,4

8,5

19,5

5,8

 

 

19808/11

18,9

23,9

21,7

8,4

19

8,2

 

 

19787/11

17,9

26,3

22,3

7,2

20,3

6,1

 

 

19747/11

20,5

19,1

25,8

7,2

22,5

2,5

 

 

19707/11

20

21,7

27,2

5,6

21,9

3,5

 

 

19668/11

21,6

23,7

27

4,9

20

2,8

 

 

19628/11

20,2

20,3

27,5

5,9

21,6

4,4

 

 

19588/11

17,8

23,7

25,8

5,9

23,9

2,9

 

 

19548/11

20,9

26

19,8

7,1

23,8

 

 

 

19508/11

32,3

27,3

22,4

8,2

9,8

 

 

 

19468/11

40,9

28,7

28,1

 

 

 

 

 

19456/11

43,4

24,4

22,8

9,4

 

 

 

 

194324/8

41,5

28,3

19,9

10,4

 

 

 

 

194030/1

24,7

32,3

23,9

16,2

 

 

 

 

193628/1

 

33,7

24

34,2

 

 

 

 

193219/1

 

50,1

10,5

37,3

 

 

 

 

192823/1

 

46,1

10,6

42,3

 

 

 

 

192422/1

 

58,7

 

39,1

 

 

 

 

192010/11

 

58,4

 

41,6

 

 

 

 

191824/4

 

50,3

 

49,7

 

 

 

 

191628/2

 

37,9

 

51,7

 

 

 

 

19142/2

 

52,8

 

47,2

 

 

 

 

19122/2

 

52,3

 

41,6

 

 

 

 

191012/2

 

72,3

 

24,3

 

 

 

 

19082/2

 

66,1

 

33,9

 

 

 

 

190618/7

 

62,4

 

37,6

 

 

 

 

 

           


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her