Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 22.02.2016 (18:23)

Soleiðis sær tunnilsmunnin út

Á kunningarfundi um undirsjóvartunlarnar undir Tangafirði og Skopunarfirði, sum var í Tofta skúla seinasta fríggjakvøld, varð greitt frá, at tunnilsmunnin á eystara armi á Skálafjørðinum verður í Saltnesi.

 

- Sjálvur portalurin verður í Rókini í Saltnesi, beint á markinum millum Nes kommunu og Runavíkar kommunu.

 

Í dag hevur Nes kommuna lagt viðheftu mynd út á sína heimasíðu og vísir á, at nógv grót verður fylt út framman fyri tunnilsmunnan, har íbindingarvegur, rundkoyring og tilbúgvingarøkið verður gjørt.

 

Eini 130 fólk vóru á kunningarfundi fríggjakvøldið í Tofta skúla, og øll hesi valdu heldur tunnilsfundin enn at spæla Gekk um góðu miljónina, sum hetta kvøldið var at vinna.

 

Á kunningarfundinum segði Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri, at arbeiði við at gera atkomuvegirnar Streymoyarmegin á Hvítanesi og Eysturoyarmegin á Strondum byrja fyrsta dagin, og tað verða føroyskir entreprenørar, sum skulu gera atkomuvegirnar.

 

Hann segði, at atkomuvegirnir skulu verða lidnir 31. august í ár, tá klárt skal verða at byrja boringina av Eysturoyartunlinum. Væntandi verður arbeitt við tveimum boriholdum, og byrjað verður samstundis at bora á Strondum og á Hvítanesi.

 

- Arbeiðið við tunnilsmunnanum, sum verður í Saltnesi, fer at byrja seinni. Eftir ætlan verður borað av Strondum til rundkoyringina, og síðan verður borað og sprongt skiftivís móti Saltnesi og Hvítanesi, segði Teitur Samuelsen.

 

Ætlandi verður Eysturoyartunnilin liðugur í 2019.

 

- Sambært ætlanini verður byrjað at bora Sandoyartunnilin seinast í 2018, og eftir ætlanin verður Sandoyartunnlin liðugur í 2021.

 

Teitur Samuelsen segði, at í løtuni verður projekterað, og arbeitt verður við útbjóðingartilfari, sum ætlandi skal verða liðugt tíðliga í summar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her