Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 19.02.2015 (09:33)

Sólrún Michelsen í uppskoti til Norðurlendska virðisløn

Tað er nú greitt, at føroyski rithøvundurin, Sólrún Michelsen, er í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í ár

Tað er Skaldsøgan Hinumegin er mars eftir Sólrún Michelsen, sum er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í ár

Frásøgukvinnan í skaldsøguni sigur frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum. Umstøðurnar hjá teimum gomlu verða lýstar sum óvirðiligar, men samstundis verður sagt frá lívsjáttandi brotum úr tilveruni hjá mammuni og dóttrini.

 

Hinumegin er mars er ein poetisk mynd av tí at eldast, og hon dregur fram, at tað snýr seg um at steðga á og njóta hvørja løtu. 

Tað verður á hátíðarhaldi í Reykjavík tann 27. oktober, at tað verður avdúkað, hvør før virðislønina. Umframt heiðurin, er virðislønin 350.000 danskar krónur.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her