Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 05.08.2015 (05:44)

Sonja Jógvansdóttir ætlar sær á ting

Hon er skrivari í Samtaki og ein av stovnarunum av LGBT Føroyar. Nú ætlar hon sær í løgtingið.

 

Sonja Jógvansdóttir stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið. Við Sosialin sigur Sonja Jógvansdóttir, at kósin hjá føroyska samfelagnum seinastu árini hevur verið keðilig og órættvíst. Hetta ætlar hon sær at broyta.

 

Hon sigur eisini, at verður hon vald á ting, so fer hon í øllum førum ikki í samgongu við Miðflokkin. Tí eitt av málunum hjá henni verður at broyta hjúnabandslógina.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her