Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.09.2015 (23:26)

Sonja rýmd úr Javnaðarflokkinum

Sonja Jógvansdóttir er ikki longur limur í Javnaðarflokkinum.

 

Longu sama dag, Løgtingið hevði sín fyrsta fund eftir løgtingsvalið, hevur honh  boðað Aksel V. Johannesen, floksformanni, og løgmanni, frá, at hon tekur seg úr Javnaðarflokkinum.


Lesið eisini: Vit halda tað sum vit hava lovað

http://vit 

Á Facebook skrivar hon, at hon stuðlar framvegis samgonguni, men tað verður sum leysgangari og ikki sum limur í Javnaðarflokkinum. Hon heldur ikki, at hon hevur slept teimum, sum valdu seg upp á fjall, tí politiska dagsskráin verður ikki broytt.

 

- Orsøkin til hesa støðu er, at eg sum samkynd ikki kann verða partur av einum politiskum flokki, sum í samgongusamráðingunum hevur blokerað fyri, at borgarlig vígsla hjá samkyndum verður partur av samgonguskjalinum, ella at tað yvirhøvur verður nevnt, sigur hon.

 

- Hetta er stórt spell, tí eg veit, at tað eru nógv í Javnaðarflokkinum og í tingmanningini, sum taka undir við borgarligari vígslu av samkyndum, men tíverri eru tað teir fáu, sum rópa harðast sum sleppa at seta dagskránna í flokkinum í hesum máli.

 

- Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rættindini hjá einum minniluta, sigur hon.

 

- Hetta snýr seg ikki um eitt tilvildarligt mál ella ósemju, hetta snýr seg um mítt lív sum samkynd. Eg havi alt mítt vaksna lív stríðst fyri javnbjóðis rættindum, og tað stríð fari eg ongantíð at lata nakran politiskan flokk køva, leggur hon afturat.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her