Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 06.07.2015 (20:15)

Sonni á Horni stillar upp fyri Tjóðveldi

- Eg havi boðað Nýggja Sjálvstýri frá, at eg taki mína tilsøgn um uppstilling aftur og havi gjørt av at taka av eini innbjóðing frá Tjóðveldi.

 

Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, við in.fo í kvøld.

 

Fyri eini tíð síðan boðaði Sonni á Horni frá, at hann hevði givið tilsøgn um at stilla upp fyri Nýggja Sjálvstýri til komandi løgtingsval.

 

- Men, eg havi nú boðað formanni floksins frá, at eg taki tilsøgnina aftur.

 

Hann vísir á, at tað var á leið um somu tíð, at hann fekk tilboð bæði frá Nýggjum Sjálvstýri og Tjóðveldi um at stilla upp.

 

- Ein orsøkin til, at eg valdi at siga ja til Nýggja Sjálvstýri - og ikki til Tjóðveldi - var partvís støðan í Fuglafjarðar býráði.

 

Sonni á Horni vísir á, at eftir at Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, hevur funnið Kára P. Højgaard, løgtingsmann hjá Nýggjum Sjálvstýri, sekan í lógarbroti, og flokkurin á síni heimasíðu stuðlar Kára við orðingini "samanum tikið ein reinsan við einari nøs…", tekur Sonni sína tilsøgn aftur.

 

- Tað kann væl vera, at eg gjørdi nakað skjótt av og segði ja, tá eg varð spurdur, men nú havi eg so boðað formanninum frá, at eg vil ikki vera á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri.

 

Sonni á Horni sigur, at hann altíð hevur valt Tjóðveldi, og nú flokkurin ynskir, at hann gerst eitt av valevnum floksins til løgtingsvalið komandi, hevur hann játtað at stilla upp fyri flokkin.




Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her