Sonni er stoltur av sínum spælarum (FM1)

(FM1) Sonni Larsen, landsliðssvenjari kann burtursæð frá dømingini gleðast um nógvar lutir í dystinum móti Ukraina


Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, frásøgumaður hjá FM1 gjørdi við landsliðsvenjaran, Sonni Larsen aftaná Føroyar høvdu fullið við stórari æru móti Ukraina í Royal Arena í Keypmannahavn, og høvdu tapt tepurt 26-27.

 

Landsliðsvenjarin kann harmast um dømingar, ið føroyska liðið fekk ímóti sær, men leikliga og tá talan er um hugburð kann Sonni Larsen fegnast um nógvar lutir í bæði verjuspælinum og álopsspælinum.

 

Sonni Larsen slær fast, at hann er stoltur av sínum spælarum, og farið verður við góðum treysti undir at fyrireika liðið til dystirnar móti Montenegro og Danmark í juni.

Mynd: Ritzau/Scanpix