Sosialurin: - Vit mugu hugsa smartari

- Tað sum er hent síðstu árini við eykajáttanum er eitt tekin upp á áhaldandi trýstið, ið fer at koma. Tað verður og er neyðugt at arbeiða smartari. Vit hava nokk ikki ráð at lata vera at veita ymiskar tænastur, tí fólk hava rætt til tað, men vit megna ikki væntaða vøksturin við bert at gera meira av tí sama. Tí mugu vit hugsa smartari.

Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi stjóri á Landssjúkrahúsinum, í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, ið hesaferð viðgerð støðuna í sjúkrahúsverkinum, ið enn einaferð hevur fingið játtað eina eykajáttan frá løgtinginum.

Sambært fyrrverandi stjóranum verður vantandi fígging framhaldandi ein trupulleiki í sjúkrahúsverkinum, men tað verður ikki tann einasti mangulin.

- Tað verður ein avbjóðing bæði at fáa nøktandi fígging, men uppaftur verri verður at lyfta uppgávurnar. Tá hugsi eg um at hava nokk av hondum, læknum og øðrum at lyfta uppgávurnar. Sum støðan er nú, mangla vit longu serlæknar innan fleiri økir og ongin er á veg tey næstu fimm árini innan fleiri sergreinar. Harímillum innan røntgenøkið, kvinnusjúkur og narkosulæknar. Hetta eru kjarnutænastur, ið verða brúkt av mongum, vísir hann á.

Til ber at lesa alla samrøðuna í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.