Leita á in.fo

Niels Uni Dam 04.01.2014 (19:03)

Spennandi ár fyri framman

2014 verður eitt spennandi ár fyri Eivør, við konsertferðum, videoløgum, fløguútgávum og arbeiði við nýggjum tilfari á skránni.

Í seinasta tíðindabrævi sínum takkaði Eivør fyri árið, ið fór, men hugdi eisini frameftir, um hvat 2014 hevur at bjóða og alt bendir á, at tað verður eitt spennandi ár.

Videolagið til sangin Rain hevur verið ávegis, og kemur út í næstum.

Í februar spælir Eivør konsertir við Simfonihljómsveit Norðurlandsins í Akureyri, umframt at hon framførir somu konsert við Aldubáruni í Føroyum.

Í mars/apríl er Eivør aftur á konsertferð í Týrsklandi, og eftir tað er ein konsertferð í Noregi á skránni.

Enn er ikki endaliga avgjørt nær útgávan hjá Eivør & Ginman kemur út, men tað verður eisini í ár. Tann útgávan er innspæld í Studio Bloch í heyst. At døma eftir frálíku konsertini Eivør & Ginman After Dark  í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, so verður her talan um eina sera spennandi útgávu.

Eivør arbeiðir eisini við tilfari til eina nýggja útgávu, ið hon lovar at vit fara at frætta meira um í komandi ári.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her