Leita á in.fo

Terji Nielsen 06.07.2005 (15:52)

Sponsoravtala millum Statoil og TSF

Um bert tvær vikur fer árliga súkklukappingin Statoil kring Føroyar av bakkastokki, og er hetta 10. árið á rað at Statoil Føroyar er høvuðsstuðul til hesa stóru súkklukapping.
Statoil kring Føroyar kappingin er skipað soleiðis, at kappast verður í fimm dagar, á fimm ymiskum oyggjum kring landið, og eisini, at málið altíð er við eina Statoilstøð.
Kappingin í ár verður skipað eftir sama leisti sum í fjør, og tað vil siga, at koyrt verður akkurát somu rutur sum í fjør.
Kappingin byrjar mikudagin 20. juli. Tá verður koyrt á Borðoynni, hósdag á Eysturoynni, fríggjadag á Sandoynni, leygardag í Suðuroy, og sunnudagin, ið er seinasti kappingardagur, á Streymoynni.
- Vit eru sera glaðir fyri avtaluna. Samstarvið við Statoil hevur verið sera gott, og eisini hevur Statoil gjørt nógv burturúr á sjálvum máløkinum. Her hugsi eg um undirhald, tónleik o.a. Hetta er avgjørt við til at menna føroyska súkkling og sjálvandi eisini við til at kasta ljós á føroyska súkkling, sigur Gunnar Dahl-Olsen, formaður í Tórshavnar Súkklufelag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her