fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Hilmar Jan Hansen 21.07.2010 (14:06)

Statoil Kring Føroyar byrjar í kvøld

Nú klárt er at fara í gongd við Statoil Kring Føroyar fimtanda árið á rað, er greitt, at talan er um eina veruliga metkapping, tí ikki færri enn 54 súkklarar hava meldað seg til. Fyrireikararnir hava fingið fráboðan um átta lið í liðkappingini.

 

Eitt nú hevur vinnarin av kappingini í fjør, Torkil Veyhe, aftur í ár Gudmund Joensen og Gunnar Dahl-Olsen aftrat sær, og Hafsteinn Ægir Geirsson, sum hevði vunnið einstaklingakappingina fýra tey undanfarnu árini, hevur aftur í ár tveir aðrar sterkar íslendingar aftrat sær. Teir tríggir súkklararnir úr Belgia koyra eisini sum eitt lið.

 

Lagt verður til brots í Klaksvík í kvøld klokkan 18, tá prologurin er á skránni. Súkklaður verður ein einkultstartur upp á 15 kilometrar, og tá fæst ikki minst ein ábending um, hvussu sterkir teir mongu súkklararnir eru, sum ikki áður hava verið at sæð í Statoil Kring Føroyar.

 

Longu í morgin og ovurmorgin eru so tveir teir mest krevjandi teinarnir á skránni, tá ávikavist Eysturoyarteinurin og Suðuroyarteinurin verða súkklaðir. Hetta eru tveir harðir teinar, sum tilsamans eru 184 kilometrar til longdar við bæði longum og brøttum brekkum, ið kunnu fáa rættiliga avgerandi týdning.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her