Leita á in.fo

Stefan í Skorini 11.07.2002 (14:45)

Statoil kring Føroyar uttan føroyskar favorittar

Aftur í ár skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri kappingini Statoil kring Føroyar. Kappingin er í fimm dagar, tá súkklararnir sleppa at royna á teimum føroysku landavegunum.
Byrjað verður mikudagin 17. juli í Klaksvík, tá prologurin, sum er ein stuttur einkultstartur, er á skránni.
Talan er um eina etapukapping, og tað vil siga, at tíðirnar frá teimum ymsu kappingunum verða lagdar saman. Tann, sum nýtir stytst tíð um tær fimm etapurnar, vinnur kappingina Statoil kring Føroyar. Førarin í kappingini er í tí bláu Statoil-troyggjuni. Vinnarin verður funnin sunnudagin 21. juli í Havn, verður sagt í tíðindaskrivi.
Hvørki Bogi Christiansen ella Rógvi Johansen eru við í ár. Bogi hevur tikið ein steðg frá súkkling, meðan Rógvi vegna ónøgd við kappingina ikki verður við í ár.
Útlendsk luttøka fer óivað aftur í ár at seta dám á kappingina. Súkklarar av Ynes Mon og Danmark vera við, og Karsten Ellerup úr Danmark man teljast millum teir størstu favorittarnar.
Av teimum føroysku súkklarunum kunnu vit nevna Gunnar Dahl-Olsen, Sverra Mohr Edvinsson og Eli Christiansen. Hesir tríggir vera væntandi millum teir fremstu føroyingarnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her