Leita á in.fo

Emil L. Jacobsen 21.08.1998 (15:03)

Statoil Kring Føroyar verður í næstu viku

Súkklukappingin Statoil Kring Føroyar verður í døgunum frá 26. til 30. august. Teinarnir verða stórt sæð teir somu sum í fjør, burtursæð frá, at farið verður til Sandoynna at koyra einkultstart í staðin fyri til Vágarnar.

Kappingin byrjar við einum stuttum prologi fyri at finna tann, sum skal hava bláu føraratroyggjuna (Statoil-troyggjan), og síðani koma so fýra teinar, ella etapur, sum tað eisini verður nevnt.

Tríggir teinar eru samlaður startur ? tað merkir, at súkklararnir byrja ísenn, og fyrsti maður á mál vinnur teinin ? meðan tveir eru einkultstartur. Her verður súkklað ein og ein ímóti klokkuni, so tann, ið hevur brúkt minst tíð um teinin, hevur vunnið tann teinin. Tann, sum so hevur brúkt minst tíð um allar fimm teinarnar, hevur vunnið Statoil Kring Føroyar 1998.


Kappingin dag um dag

Byrjað verður í Klaksvík 26. august við einum prologi upp á 4,4 km, frá Statoil-støðini norður um Grønaból, har vent verður, og málið verður við Statoil-støðina.

Hósdagin 27. august verður koyrt í Eysturoynni frá Norðskála um Eiðisskarð til Leirvíkar og síðani út á Toftir runt Agnið, og endað verður við fimm umførum runt í Runavík, tilsamans umleið 100 kilometrar.

Fríggjadagin verður einkultstartur koyrdur á Sandoynni, fimm ferðir runt Sandsvatn, tilsamans 30 kilometrar.

Leygardagin verður farið til Suðuroyar. Byrjað verður á Drelnesi og koyrt verður til Sumbiar, áðrenn teir enda í Vági, tilsamans umleið 55 kilometrar.

Og síðsta dagin, sunnudagin tann 30. august, verður koyrt úr Tjørnuvík til Vestmanna og síðani til Havnar, har endað verður við 10 umførum á teininum R.C. Effersøesgøta, Bøkjarabrekka, Niels Finsensgøta og Hoydalsvegur, umleið 110 kilometrar.

Felags fyri allar teinarnar er, at málið verður við Statoil-støðina á staðnum, og í sambandi við hetta verða ymisk tiltøk á Statoil-støðunum.


Bogi og Rógvi

eru favorittar

Væntandi verða umleið 15 luttakarar við til Statoil Kring Føroyar.

Av hesum mugu Bogi Kristiansen og Rógvi Johansen metast sum greiðir favorittar.

Teir hava í summar roynt seg í útlendskum kappingum og hava fingið sera góð úrslit, og sum heild mugu teir metast at vera eitt sindur betur fyri enn hinir.

Men eisini Gunnar Dahl-Olsen, sum var rættiliga suverenur í Grand Prix-stevnukappingunum (har hvørki Bogi ella Rógvi luttóku) , kann blanda seg upp í oddastríðið

Í kappingini í fjør vann Rógvi Johansen báðar einkultstartirnar, sum eisini er hansara sterkasta síða, meðan Bogi Kristiansen vann teinarnar í Eysturoynni og í Suðuroy.

Seinasta teinin frá Tjørnuvík til Havnar vann Gunnar Dahl-Olsen.

Í Eysturoynni og Streymoynni verður koyrt gjøgnum ávikavist Leirvíkstunnilin og Kollafjarðartunnilin, tí í hesum bergholunum er ljós.

Einki ljós er í nýggja sumbiarbergholinum, og tí verður koyrt niðan á Hestin, og er hetta ein tann harðasti teinurin í allari kappingini.

Sum nakað nýtt er eisini ætlanin at koyra oman í bygdina í Sumba. Tað gjørdu teir ikki í fjør.

Og eisini til seinasta teinin í Havn er leiðin broytt eitt sindur. Málið er við Statoil-støðina í Gundadali, og súkklararnir koyra R.C. Effersøesgøta-Bøkjarabrekka-Niels Finsensgøta-Hoydalsvegur ? altso í sjálvum hjartanum av høvuðsstaðnum, so her liggur væl fyri hjá fólki at hyggja at, tá føroyska útgávan av Tour de France fer at líða móti endanum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her