Leita á in.fo

Myndin er av stroymingini hjá KvF

Áki Bertholdsen 16.01.2015 (16:37)

Sterk og kensluborðin strok


Tað varð Tórbjørn Olsen, listamálari, sum fekk Mentanarvirðisløn landsins sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Málningar hansara hava fingið sítt týðandi pláss í okkara myndlistasøgu.

 

Hann er virtuosur koloristur, sum málar tað, hann sær og upplivir rundanum seg. Við leikandi lættleika spæla litirnir á løriftinum. ljósið eigur høvuðsleiklutin, men tað stendur til áskoðaran, hvat hann fær burtur úr, segði Bjørn Kalsø, tá ið hann handaði virðislønina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her