fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 04.04.2014 (12:00)

Stórur heiður til føroyskt brennivín

Føroyskt brennivín stóð seg sera væl og gjørdi eitt gott heiðursmerkjahál í kappingini World-Spirits Awards 2014, ið júst hevur verið í Klagenfurt í Eysturríki.

 

Tey fýra sløgini hjá Dism fingu øll heiðursmerkir, fortelur Dism í tíðindaskrivi í morgun. Eldvatn fekk gull fyri vodka, Baraldur fekk gull í ginni og Lívsins Vatn og Havið fingu ávikavist gull og silvur í akvavitti.


- Hetta hevur stóran týdning fyri okkum, sigur Erling Eidesgaard á Dism.

Hann ásannar, eitt eitt er viðurkenningin og góðskustemplið. Men tað hevur ikki minni týdning ein slík úrslit setir kikaran á brennivíni hjá Dism.

 

Kappingin í Eysturríki er ein blindsmakking, har serfrøðingar úr Eysturríki og Týsklandi blindsmakka og døma tey ymsu sløgini.

 

Stjórin í Dism sigur, at tilsamans vóru 400 sløg av brennivíni úr tilsamans 30 londum, við í kappingini.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her