Leita á in.fo

Sigrid Tróndarson 21.08.2001 (14:08)

Stýrdi Mix Team Statoil/Glerup ?Statoil Kappingina?

Aftursvar til grein í Dimmalætting nr. 154 týsdagin 14. august 2001



Rógvi Johansen



Lat meg sláa fast við 10? seymi at vit trektu okkum úr kappingini, fyri at Jens Glerup ikki skuldi oyði-leggja kappingina fyri teimum donsku gestinum og teimum donsku súkklarum og longri er tann søgan í verðuleikanum ikki.

Men efturfylgjandi er hon vorin nógv truplari hjá lesarinum og okkum sjálvum at skilja, vit hava ikki haft møguleika frá fjølmiðlinum, at fáa okkara sjónarmið fram á ein sakligan hátt, eg loyvi mær at kalla tað sera vánaligan journalistik, Fjølmiðlanir í hesum føri Dimmalætting viðgerð eitt álvarsligt mál á tann hátt, at bert annar parturin fær sínu sjónarmið fram, tí síggji eg tað sum einasta møguleika, at skriva eitt lesarabræv, sum eg vóni verður rætt endurgivið.

Lat meg byrja við tí partinum sum snýr seg um lið-koyring. Eg vil undirstrika at vit ikki koyrdi sum eitt lið, undir Statiol Kring Føroya kappingini 2001. Jens Glerup sigur at hann hevur gjørt øllum greitt, at tað ikki er loyvt at koyra sum lið, og tá áttu allir súkklarar at virða hesar reglunar. Jens hevur ongatíð yvirhøvur kunna meg um hettar, hann sigur beinleiðis ósatt.

Lið koyring

»Um man hugsar um liðkoyring, so sigur Jens Glerup nakað soleiðis í SVF.:

-så kan man sammenkæde det, at man kører i ens tøj, sammen med at man også kører som et hold. Og de fik tilbudet om at stille op i deres normale tøj, men det ville de ikke acceptere.

Vit duga ikki at síggja munin á at koyra í eins neutralum klæðum (uttan Shell merkjum á) ella klæðum við Shell merkjum á, vit vildu hóast alt verði teir somu menn í eins klæðnadrakt, útfrá hesum kan man eisini draga tað niðurstøga, at tað var júst klæðnadraktin við Shell merkjunum á, sum var trupulleikin«.

Fyri ein ordans skuld, kan nevnast at tað ikki bert vóru vit sum koyrdi í eins klæðnadrakt, td. Hevði vinnarin av kappingini, fleiri av sínum liðfeløgum við í kappingini, men teir kunnu óivað ikki »sammenkædes som et hold«!!!

Fyri tað næsta so stendur tað ongastaðini í reglugerðini, at tað ikki er loyvt at koyra sum eitt lið, reglugerðin er at finna á heimasíðuni hjá TSF.

Fyri tað triðja so er tað avgjørt ikki tað sum TSF signalerar, tá teir royna at selja kappingina, her er ein partur av einari grein sum hevur staðið á heimasíðini hjá TSF:

For et hold er der desuden en chance for at gøre sig taktiske overvejelser ud over det sædvanlige:»man må holde sig til når det sker, og man kører ikke hinanden ind«. Og mon ikke der er nogle klubber derude der kan danne et hold, evnt. På tværs af klasserne (junior, begynder, dame b, c, dame a,b,)? Der er noget at lære her.

Í faldarnum sum TSF. hevur gjørt til áhugaðir súkklarar stendur m.a.:

For tiden spænder styrken på vores egna ryttere fra den seriøse motionist til A-ryttere på DCU team.

Vi søger derfor fremmede ryttere, af tilsvarende styrke, så alle vores hjemlige ryttere får modstand på deres niveau.

Um luttakarar fáa fatan av at tað ikki má koyrast sum lið, so skilji eg einki!

At ein induviduel kapping er torfør at fyriskipa og at orðið »induviduel« tað ikki verður tikið so bókstavligt, viðganga fyriskiparnir av størstu donsku býarkappingini -Grand Prix CSC-Scandihealth, teir skriva m.a. um CSC-Scandihealth kappingina:

-Det er et induviduelt løb, hvilket vil sige, at der i teorien ikke bliver kørt for holdene.

Det bliver der nu nok alligevel, for jeg tvivler på, at rytterene på et hold vil køre alt for hårt på hinanden.

Samtidig er der jo også lidt revalisering mellem de CSC-Tiscali og Team Fakta, så mon ikke at vi får noget samarbejde at se trods alt, vurderer Jesper Tikiøb.

Eftir hesa kapping, úttalar Tyler Hamilton seg soleiðis: -Jeg nyder at køre i Danmark, og med en holdkammerat i front var der jo ikke nogen grund til at jeg skulle til at stikke efter de førende, sagde Hamilton.

Havast skal í huga at kappingin sum Tyler Hamilton luttók í var ein induviduel kapping, eins og eg havi hoyrt at Statiol Kring Føroyar kappingin skuldi verða skipa sum, sjálvt um eg ongatíð eri kunnaður um hettar og eið heldur havi sæð hettar í reglugerðini fyri kappingini.

Ein kendur maður segði einaferð:

Man skal ikke tro, men skal vide

Hettar førir meg inn á tað sum stendu í greinini í Dimmalætting, -Hvussu ber tað so til at øll halda teir koyra sum eitt lið?

Hvør er tað sum heldur at vit koyrdu sum eitt lið, vita tey tað ikki, ella halda tey tað?? Eg spyrji bara!

Síðani verður víst á Eysturoyarteinin. Her stendur at lesa: Har var tað rættuliga skjótt, at teir tríggir ákærdu daninir vóru væl frammanfyri høvuðsbólkin.

Lesarin eigur at hava í huga, at her var eingin sum var ákærdir fyri nakað, tað einasta sum var skeivt í eygunum á m.a. Jens Glerup, var at Shell stóð á klæðunum.

Jens Glerup og Gunnra Dahl-Olsen gerða sær stóran ómakað, at greiða lesarnum frá hvussu eitt lið er skipað og vísa til Tour de France, og hettar megna teir rættiliga illa at greiða frá, teir gloyma bert at nevna at høvðus sponsorin fyri Tour de France er ein Franskur peningarstovnur, skuldi teir forbjóða súkklarum sum vóru sponsoreraður av øðrum peningarstovnum at luttikið í Tour de France!! eg vil ikki viðgerða hvussu teir koyra í Tour de France, og tað er eisini púra óviðkomandi fyri kappingina SKF.

Eg verði mest sum saman mettur við Lance Armstrong, eg eri ikki sørt smigraður av hesum, men eg eri kortini ikki samdur við Jens og Gunnar.

Í hesum førinum hevur liðið hjá Armstrong (les Rógva Johansen) koyrt fýra minuttir frá Armstrong sum skuldi forsvara sigurin frá í fjør, er hettar logiskt fyri lið-koyring? Síðani verður Armstrong (les Rógvi Johansen) ákærdur fyri at koyra sum eitt lið (tað má verða eitt, eitt mans lið) tí at eg sat aftast í bólkinum alla tíðina og eisini skuldi eg koyrt alt og øll inn, Hettar er ósatt.

Rætt er at eg siti í bólkinum hvar m.a. hesir sita. Anders Michaelsen sum hevur føraratroyggjan, Gunnar Dahl-Olsen, Bogi Kristiansen, Johan Brend, Sevrri Mohr Edvinsson, Anders Klinkeby, Jan Gøttrup o.s.f. haldi at tað vóru einir 10-12 mans í bólkinum, eftur at vit høvdu koyrt upp um Eiðisskarð og tann stóra útskiljingin hevði verði.

Um Jens og Gunnar meina at tað var mín uppgáva at skapa kappingina, so vita teir ikki hvat súkkling snýr seg um, eg hevði ikki føraratroyggjuna, tað hevði Anders Michaelsen og sostatt lá uppgávan hjá honum, Jens og Gunnar gerða sær stóran ómakað at greiða frá hvussu Tour de France er skipað, so áttu teir eisini at vita at tað var Armstrong sum skuldi halda skil á kappingini, tí hann var í føraratroyggjuni.

Eg síggji stóra æru at koyra sum eg gerði og tað er at verða skapandi og áloypandi, ikki at koma til úrslit uppá bíligasta hátt, men loypá á og vísa styrkji, eg lá avgjørt ikki og hugnaði meg aftast í bólkinum, sum onkur annar gjørdi og bert gjørdi ein vørr tá eg rørdi á meg. Eg verði ákærdur fyri at koyra súkklarar inn, eg loyvi mær at spyrja hesar menn, vita tit yvirhøvur hvat ein súkklukapping snýr seg um!!

Vell, eg var komin avstað frá bólkinum saman við Gunnar Dahl-Olsen, men Gunnar vildi ikki koyra saman við mær, hann vildi hava hinar upp aftur, hví? (koyrdu teir sum eitt lið)? Eg leyp á fleiri ferðir td. Eftur at vit høvdu verði í Lervík eg komi avstað á tí gamla vegnum og økji til fletið, men tá setur Bogi Kristiansen sínar soldatar ígongd og eg verði koyrdu inn aftur á veg niðan á Gøtu Eiðið, síðani koyrur hann kontra á meg, eg fari eftur honum, vit fáa eitt stórt hol niður til høvðusfeltið, og eg royni at fáa Boga at samstarva, men hann vil ikki koyra, hann vil hava »sínar menn« við og ikki sita einsamallir við mær, hvør koyrur sum lið?

Eg loypi á fleiri ferðir inn eftur Skálafjørðinum, men verði koyrdir inn aftur hvørja ferð. Tá vit nærkast Runavík (Statoil støðina) koma ordrar frá Boga Kristiansen, sum situr aftast í feltinum og brádliga sita 6-8 mans og føra felti ann, við høgari ferð, eg seti meg tá aftan fyri teir og tað er fyrst tá at eg eri so aftarliga í feltinum og tað havi eg loyvi til, eg skal ikki spyrja hvørki Jens ella Gunnar um loyvi til hettar.

Á veg inn ímóti Toftum setur Bogi seg aftarliga í feltinum, Anders Klinkeby verður sendur avstað, eg lati ikki Anders koyra og fari eftur honum, minnast skal til at vit tá bert koyra um at fáa eina so góða plasering sum gjørligt, tí teir fremstu eru tá uml. fýra minnuttir framman fyri okkum, so teir koma vit ikki upp til.

Tá eg eri koyrdur eftur Anders, kemur Bogi eftur mær (lið koyring?) Anders verður sendur avstað fleiri ferðir og eg fari eftur honum, men tær ferðir eg royni at koyra, so finnur allir bolkurin útav at koyra meg inn.

Á seinasta umfari inni í Runavík koyrur Bogi Kristiansen avstað (aftasti maður í feltinum næstan allan teinin) eingin fær eftur Boga, so eg fari sjálvur og Anders kemur beinanvegin uppá hjól hjá mær og har liggur hann til vit næstan hava fingið Boga aftur, tá koyrur Anders frá mær, upp til Boga og setur ferðina niður soleiðis at Bogi kan koma uppá hjól hjá honum og teir koyra síðani teir seinastu metranir í mál, hettar hendir stutt innan mál og ein og hvør sum hevur skil fyri súkkling, eigur at hava lagt hettar til merkis, er hettar ikki lið koyring, so veit eg ikki!!

Avgerðin í kappingini verður faktisk gjørd av nevndarliminum í TSF Esmar Joensen, stutt eftur at kappingin er byrja, ætlar hann sær at fara at pissa og koyrur tí frá feltinum saman við m.a. Janus Jørgensen, Jákup Johansen, Ken Holmquist og Beinur Rasmussen teir fáa stórt hol, tí eingin fær eftur teimum, seinni koyrur René Jochumsen stillisliga upp, eingin fær eftur honum, allir sita og ansa eftur mær, eg siti tá mitt í feltinum og sleppi onganveg, Mix Team Statoil/Glerup ansa eftur mær, soleiðis byrjar kappingin.

Úr fremsta bólkinum, hava Ken Holmquist og Jákup Johansen úttala, at teir merkti onki til at tað var koyrt sum lið, teir vóru bara ikki sterkir nokk til at sita í hasum bólkinum.

Í klassastovuni har vit vanliga sova, verður fundurin við Jens Glerup hildin, Jens greiður frá at hann var ikki nøgdur við at vit koyrdu í búnum hvar Shell stóð á, hann kom eisini inn á at tað ikki var loyvt at koyra sum eitt lið.

Vit settu honum spurningin, um hann eftur hesar báðar dagarnar, sum vóru farnir av kappingini, hevði sæð nakað tekin uppá at vit koyrdu sum eitt lið.

Jens viðgekk at tað hevði hann ikki sæð nakað tekin uppá:

(-jeg kan ikke påpege noget i retning af, at i har kørt sum et hold, Bogi, Anders og de andre sov bare i timen, derfor stod der tre ryttere iført Shell logo på skamlen).

Hettar eru orðini Jens brúkti.

Jens tvørturímóti, róstu teimum trimum fyri sera flotta koyring, serliga rósti hann Jannik Petersen, sum einsumallir var koyrdur upp til teir fremstu. Jens metti ?ikke fejlagtigt at Jannik var den stærkeste rytter i feltet.

Hinvegin sigur Jens Glerup at tað vóru ikki klæðini sum var órsøkin til hansara framferðahátt, men Jens sigur ?antin fara tit úr Shell-troyggjunum ella gavst eg (sit.Dimmalætting nr.154).

Hann vil efturfylgjandi verða við at vit hava koyrt sum lið, og tað at Shell stóð á búnunum, ikki var trupulleikin, men um vit fóru úr Shell búnunum, vildi hann ikki fara úr kappingini, men hettar skiltu vit ikki, tí vit vildu verði akkurát teir sumu og eisini í somu búnum, men bara uttan Shell logo á, var trupuleikin so ikki júst tað, at Shell stóð á búninum!

Eg eri skelkaður yvir tað sum Jens Glerup síðani er komin fram við, hann sigur beinleiðis ósatt, tað er ræðandi at hugsa sær, at ein maður sum Jens hevur ein sovornan framferðahátt.


Fundurin við Jens Glerup hóskvøldið kl. Uml. 22.00

-Stiller i op i Shell tøj i morgen, trækker jeg mig tilbage som arrangør af løbet

»i får 10 minutter til at træffe en afgørelse« og so gekk hann út úr klassastovuni. 10. minnuttir seinni kom Jens Glerup inn aftur til okkum, vit høvdu illa nokk fingið hugsa okkum um og spurdi tí um vit kundu fáa høvi til at umhugsa hesa støðu eitt sindur longri.

Jens var eitt sindur trekur, men gav okkum tó loyvi til at tosa eitt sindur saman, men vit skuldi ringja til hann, so skjótt sum vit høvdu nakað at siga honum.

Fund við formannin í TSF

Fundast bleiv okkara millum, men vit mettu at rættast var at venda okkum til formannin í TSF. Gunnar Dahl-Olsen.

Tá vit høvdu tosa aftur og fram, vóru vit komnir til eitt vegamót og metti at frægast var at ringja til Jens Glerup, hettar var uml kl. 24.00

Jens hevði tá ongan áhuga yvirhøvur at tosa við okkum, hann bað okkum ringja næsta dag eftur kl. 9.00!! Vit vóru skelkaðir yvir hettar svar, vit royndi at finna eina loysn á hesum trupuleika og so vildi hann als ikki tosa við okkum, vit skuldi eftur ætlan koyra súkklukapping dagin eftur og tí áttu vit fyri langari tí síðani at ligið í okkara song.

Tað skal sigast at uppá fyrispurning um at koyra í klæðnadragt við Shell merkjum á, hevur formaðurin í TSF Gunnar Dahl-Olsen, givið loyvi til at koyra í klæðnadragt hvar Shell stóð á.

Nú sigur formaðurin, at hann kanska ikki hevur verði nágreiligur nokk, tá hann á sinni gav okkum loyvi til at koyra í hesum klæðnum. Altso hevur hann sagt eitt og meint nakað heilt annað.

Á fundinum við formannin í TSF. fáa vit fatan av, at um Jens Glerup ikki framhaldandi er við í kappingini, so kan vantast at kappingin steggar heilt, ein onnur loysn sum formaðurin kom inn á, var at teir efturfylgjandi dagarnar kundu skipast sum einkultstartar, hettar vildu vit ikki verða við til, vit eru hóast alt seriøsir ítróttarmenn, sum koyra á hægsat støgi í danmark, um okkara klæðnadragt var trupleikin hjá Jens Glerup, vildu vit trekkja okkum úr kappingini, soleiðis at Jens Glerup ikki skuldi oyðuleyggja kappingina fyri allar teir donsku luttakararnar, teir høvdu hóast alt goldi nógvan pening fyri at luttaka í kappingini og brúktu sína feriu uppá hettar tiltak.

Jens fær okkara avgerð at vita

Vit báðaði Jens frá okkara niðurstøðu fríggjadagin tann 20 juli uml. kl. 11.30 svarið frá Jens var rættiliga stutt: - det er en rigtig god idé, så kan jeg tage til Sandø om en time. Tann gløggi lesarin hevur kanska lagt til merkis at Jens Glerup, tá longu hevði eina stóra grein í Sosialinum sama kvøld, dead line á Sosialinum er uml. Kl. 13.00 og blaðið verður prenta kl. 14.00 so hann hevur gjørt skjótt av, ella hevði hann fyri langari tíð síðani, fyrireika eina grein til bløðini?

Efturfylgjandi er sakin um Rógva, Janus, René og Jannik, vorin ein heilt onnur enn tað náttina sum vit fingu tað sonevnda »ultimatum« frá Jens Glerup.

Jens Glerup hevur úttala seg til fjølmiðlanir, at vit ikki eru vóru við í kappingini, tí vit koyrdu sum eitt lið og at hettar er órsøkjin til allan ruðuleikan, her sigur Jens beinleiðis ósatt.

Hvat viðv. Spurningin um at eg skal hava spurt biðji Gunnar um at verða á »Team Shell« er skeivt. Gunnar er spurdur um hann vildi verða við til at prominera Shell, sum eina einheit og koyra í eins klæðnadragt, tað er tað sum liggur í tí, og soleiðis eru sponsorratir nú einferð sett saman, Gunnar er sjálvur sponsorerðaur av Føroya Shell, og eftur mínari metan átti hann at røkt sín sponsor betri, enn hann higartil hevur gjørt. At Gunnar útleggir tað á ein annan hátt, má standa fyri hansara egnu rokning.

Hinvegin er tað eisini ræðandi at hugsa sær at formaðurin í TSF Gunnar Dahl-Olsen, sigur seg sita inni við vitan, um at tað eru súkklarar, sum ætla sær at koyra saman sum lið og hann einki gerð við tað, men kemur sníkjandi fram við tí í bløðnum, eftur at kappingin er liðug, hettar líkist alt meira reinvaskan av skitnum fingrum.

Hvat viðv. Framtíðina fyri kappingina, veit eg ikki, men eitt er púra víst, man kan ikki siga við td. eitt Fótbóltslið, at tit stilla upp við 22 monnum til dyst, men tit mugu ikki spæla saman sum lið, kemur annað »liðið« framum, so má hin málverjin ikki taka bóltin, men má lata hann fara inn í málið, tí annars verður hann mettur at spæla sum eitt lið.

Hettar er ikki lætt at skilja og eg skilji tað heldur ikki sjálvur, men skal nøkur framtíð verða fyri kappingina, og hava Jens Glerup og TSF hava áhuga í at menna føroyska súkkling, so má avgerð fella, um tað skal verða ein kapping, sum bert umfatar motionistar, ella ein kapping sum er fyri seriøsar súkklarar og súkklarar sum koyra á høgum støgi.

Súkkling er avgjørt ikke en banal einmans ítróttargrein, men ein lið ítróttargrein, hvar man kan hava ómetaliga stóra nýttu av hvørjum ørðum og tað vita fólk óivað eisini, við hesum vóni eg at Føroya fólk og nevndarlimir í TSF sum ongatíð eru kunnaðir um okkara sjónarmið, hava fingið ein annan infaldsvinkul á hesum óhugnaliga málið.


 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her