fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 12.02.2016 (12:42)

Suðurøkið dragnar afturúr

Hóast fólkatalið í Føroyum vaks við 546 fólkum í 2015, so er gongdin ikki eins góð í øllum Føroyum.


Tær stóru oyggjarnar sunnanfyri Skopunarfjørð dragna nevniliga afturúr restina av Føroyum.


- Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið minkar bæði í Sandoy og í Suðuroy. Lutfalsliga er minkingin -1,2% í Suðuroy samanborið við ein vøkstur á +1,1% fyri alt landið tilsamans, skrivar Hagstova Føroya á síni heimasíðu.


Hinvegin er tað í Eysturoyar sýslu, at lutfalsligi størsti vøksturin er við 1,6 prosentum, meðan Streymoy uttan Tórshavn kann vísa á ein vøkstur á 1,5 prosent.


Síðan er vøksturin tann sami á Tórshavnarøkinum og í Norðoyggjum, ið bæði vaksa við 1,4 prosentum og minsta vøksturin hevur Vága sýsla, har vøksturin er 0,9 prosent.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her