Leita á in.fo

Vágur er einasta pláss í Suðuroy, sum hevur ein fólkavøkstur at vísa á hetta seinasta árið. Myndina tók Ingi Sørensen

Áki Bertholdsen 14.12.2015 (08:55)

Suðuroy og Sandoy dragna afturúr

Nógv nýtti høvi til at fegnast, tá ið Hagstovan nú ein dagin almannakunngjørdi eina uppgerð, sum vísir, at fólkatalið í Føroyum, veksur. Tann 1. november í ár, búðu 49.079 fólk í Føroyum og tað er 561 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Men verður hugt nágreiniligari eftir uppgerðini, vísir tað seg, at tað eru tvey øki, sum dragnað afturúr, og tað eru Sandoy og Suðuroy.

 

Hetta seinasta árið hevur fólkatalið í Sandoy staðið í stað, men í Suðuroy er tað hinvegin minkað rættiliga fitt.

 

- Lutfalsliga er Suðuroyggin minkað líka nógv hetta seinasta árið, sum miðstaðarøkið, og norðurøkið, eru vaksin, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni. Í Sandoy býr 1.265 fólk, og tað gjørdi tað eisini fyri einum ári síðani.

 

Men í Suðuroy er fólkatalið farið niður um 4.600 fólk hetta seinasta árið. Fyri einum ári síðani búði 4.652 fólk í Suðuroy, men nú býr 4.587 fólk í Suðuroy, og sostatt er fólkatalið í Suðuroy minkað heili 65 fólk, ella 1,4 prosent hetta síðsta árið.

 

Men tað er ymiskt, hvussu gongdin hevur verið í teimum ymsu bygdunum í Suðuroy hetta seinasta árið, tí tað vísir seg, at fólkatalið minkar allastaðni – uttan í Vági, har tað brýtur frá, við tað, at har búði 1.325 fólk fyri einum ári síðani,  men nú búgva sjey fólk fleiri í Vági.

 

Men verður fimm ár aftur í tíðina, er myndin eitt sindur øðrvísi. Støðan er nevniliga tann, at Sandoy og Suðuroy eru tey einastu av teimum størru økjunum, sum minka.

 

Í Sandoy búðu 1.307 fólk í 2010, men nú er talið minkað niður í 1.265 fólk. Fyri fimm árum síðani, í 2010, búði 4.717 fólk í Suðuroy, ella 130 fólk fleiri enn í dag.

 

Nógv fólk vóru sannførd um, at tað fór at føra til fólkavøkstur, tá ið Varðin Pelagic bygdi stórt uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.

 

Støðan er tann, at fólkatalið á Tvøroyri hevur verið skiftandi seinastu árini. Í 2010 búði 1.723 fólk á Tvøroyri, men í 2011 lækkaði fólkatalið heilt niður á 1.690 fólk. Men í 2012 vaks tað knappliga aftur upp í 1.739 fólk, og í 2013 vaks tað aftur upp í 1.750 fólk.

 

Men so helt framgongdin upp at, og síðani er fólkatalið minkað nokk so fitt aftur, í fjør búði 1.724 fólk á Tvøroyri og í ár er tað minkað enn meiri, niður í 1.709 fólk.

 

Sostatt er allur fólkavøksturin horvin aftur, tí í dag búgva 41 fólk færri á Tvøroyri, enn tað gjørdu í 2013 og í dag búgva 14 fólk færri á Tvøroyri, enn fyri fimm árum síðani í 2010. 

 

Í  sama tíðarskeiðið er fólkatalið í Vági minkað 42 fólk, úr 1.374 fólkum, niður í 1.332 fólk. Í Hvalba býr 707 fólk í dag, og tað eru átta fólk fleiri enn í 2010 og í Fámjin er fólkatalið minkað 21 fólk, niður í 87 fólk. Í Hovi býr 108 fólk, og tað eru 13 fólk færri enn í 2010, og í Porkeri býr 302 fólk, og tað eru 25 fólk færri enn fyri fimm árum síðani.

 

Eisini í Sumba er fólkatalið minkað, har býr 344 fólk nú, men í 2010 búðu 367 fólk í Sumba.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her