Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 16.07.2014 (17:34)

Súkklukapping eitur nú Volvo Kring Føroyar

Stóra etapu súkklukappingin fer av bakkastokki um júst eina viku. Súkklukappingin, ið vitjar fleiri av okkara flottu og vøkru oyggjum, verður skotin ígongd mikudagin 23. juli.

 

Í mong ár var tað Statoil, ið var høvuðsstuðul til Kring Føroyar súkklukappingina. Virkið skiftið navn, og tað bleiv tí Effo Føroyar, ið gjørdist høvuðsstuðul til kappingina. Effo Føroyar er framvegis stuðul, men í ár verður høvuðsstuðulin ein annar. Tórshavnar Súkklufelag hevur nú skrivað undir eina eitt ára stuðulsavtalu við Wenzel P/F. Kappingin broytur tí navn, og nýggja navnið er: Volvo Kring Føroyar 2014

 

Kappingin er broytt nakað í ár. Koyrt verður væl fleiri kilometrar enn undanfarin ár. Í ár veður eingin prologur, og súkklarar fara til Sands at kappast í einum drúgvum einkultstarti, sum í ár verður heilar 36 km langur.

 

Fyrr var koyrt góðar 300 km. Nú er talið nærri 500 kilometrum.

 

Høvuðsdómari í ár verður Geyr Gilsteinsson.

 

Ruturnar verða soleiðis í ár:

 

23. juli: 110 km landavegsúkkling

Eysturoy – Borðoy! Flogvøllurin – tunnilin við Streymin – Selatrað – Gøtueiði – Klaksvík – Hvannasund – Klaksvík (Effostøðin)

 

24. juli: 110 km landavegsúkkling

Streymoy – Eysturoy! Effostøðin í Gundadali – Kaldbakstunnilin – Eiðisskarð – tunnilin við Streymin – Hvalvík – Hósvík – Kollafjørð – Sornfelli (málið)

 

25. juli: 36 km einkultstartur

Einkulstartur á Sandoynni. Teinur: Effostøðin – Meginskúlin – Effostøðin – Sandabrekkan – Effostøðin. Teinurin skal koyrast 4 ferðir.

 

26. juli: 115 km landavegsúkkling

Suðuroy. Tvøroyri – Fámjin – Hovsegg – Hov – Porkeri – Vág – Lopra – Sumba – Lopra – Hovsegg – Tvøroyri (tvey umfør niðri vegur – ovari vegur). Startur og mál við Effostøðina á Tvøroyri.

 

27. juli: 90 km landavegsúkkling

Startur og mál við Wenzel P/F á Akranesgøtu. Koyrt verður á økinum millum Millum Horna, Gomlurætt, Velbastað og økinum kring Tekniska Skúla í Havn.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her