Leita á in.fo

Danjal av Rana 02.01.2015 (13:48)

Sunda kommuna 10 ár

1. januar fylti Sunda kommuna 10 ár.

 

Tað var í 2005, at Hósvíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Sunda kommunur løgdu saman við bygdunum Gjógv og Saksun í nýggju Sunda kommunu. Høvuðsendamálið við samanleggingini var, at Sundalagið skuldi taka tey tungu tøkini í felag.

 

Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, metir, at hetta hevur eydnast til fulnar.

- Í dag hava vit alt tað, sum ein kommuna eigur at bjóða í dagsins samfelag. Hetta hevði ikki, haldi eg, verið gjørligt hvør sær. Vit hava í dag eina góða og sterka kommunala umsiting, ið er nógv meiri professionell enn áðrenn. Størstu frambrotini, áðrenn vit løgdu saman, komu eisini, tá vit lyftu í felag, so sum røktarheimið Mørkin. Hon vísir munin millum nógvar, smáar kommunur og eina størri eind, og er besta dømi um, at kommunala eindin má vera av hampuligari stødd, um tílík tøk skulu takast. Av tí sama hava vit ongantíð mangla røktarpláss í kommununi og tað sama er galdandi fyri barnaansingarpláss, sigur borgarstjórin.

 

- Tað var ein rætt avgerð at leggja kommunurnar saman, haldi eg, og tað tykist mær at verða hugsanin millum manna eisini, sigur Heðin Zachariaasen. Í fólkaatkvøðuni í 2004 vóru tað yvir 70 prosent í øllum kommununum uttan í Hósvík, sum atkvøddu fyri samanleggingini.

- Tað var eyðsæð, at fólk mettu hetta vera tað rætta at gera tá, og eg haldi, søgan hevur víst, at so var, sigur Heðin Zachariassen.

 

Heðin Zachariassen metir, at bygdirnar í kommununi eru vorðnar væl betur samansjóðaðar, hesi skjótt 10 árini síðani kommunusamanleggingina. Bygdirnar hava altíð havt nógv samskifti sínámillum, eisini áðrenn brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu í 1973, men Heðin Zachariasen heldur, at tað er týðiligt, at tað nú er talan um eina eind og ikki 11 einstakar bygdir ella fimm-seks kommunur, sum fyrr. Hann heldur seg hoyra lítið av práti um, hvussu ting vóru betri, áðrenn samanleggingina.

- Sjálvandi er okkurt, sum var betri, tá eindirnar vóru smærri, men eg haldi, at fólk hava tikið samanleggingina til sín, sigur Heðin Zachariassen.

 

Hesi 10 árini eru skattainntøkurnar vaksnar úr 33 í 50 milliónir krónur. Eini 50 til 60 fyritøkur, bæði smærri og størri eru í kommununi.

- Thor, Vónin og Norðsetur eru jú stórar fyritøkur, eins og at alivinnan er komin fyri seg aftur. Sjálvandi upplivdu vit eitt sindur av afturgongd, tá fíggjarkreppan rakti heimin, men nú stendur væl til. Fólkatalið er eisini voksið við umleið 150 fólkum síðani vit løgdu saman, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her