Sunnudagin fara tríggjar miljónir krónur í vaskið

- Tað hendir tíbetur sjáldan, at fólk, sum vinna í lotto, ikki heinta vinningin, sigur Pernille Mehl, stjóri í Danske Lotteri Spil.

 

 


 

Hevur tú keypt ein lottoseðil í Rema 1000 í norðurjútska býnum Hobro, eigur tú at hyggja enn einaferð, um tú hevur vunnið tríggjar miljónir krónur. Seinasti møguleikin at heinta pengarnar er sunnudagin komandi.

Tað sigur Danske Spil í tíðindaskrivi.

Tað var nevniliga í viku 14 í fjør, at ein lottovinnari vann tríggjar miljónir krónur, men vinnarin hevur ongantíð givið seg til kennar, og nú er tíðin við at renna undan tí hepna, sum nú eftir øllum at døma ikki verður so heppin meira.

Sunnudagin komandi er avgjørt seinasti møguleiki at boða frá, og hóast Danske Spil hevur eftirlýst vinnaran leingi, hevur eingin latið við seg koma, og harvið er vinningurin heldur ongantíð vorðin heintaður.

- Tað hendir tíbetur ógvuliga sjáldan, at fólk, sum vinna í lotto, ikki heinta vinningarnar. Tí royna vit eisini rættiliga at finna vinnaran, tá slíkt hendir, sigur umsitingarstjórin í Danske Lotteri Spil, Pernille Mehl.

Hon leggur aftrat, at tey hava hoyrt um fólk, sum funnu sín vinnaraseðil aftan fyri kuldaskápið ella samanrullaðan aftast í handskarúminum í bilinum. Ein slíkur seðil kann tí saktans goyma seg nógvastaðni.

Vinningar, sum ikki verða heintaðir, fara aftur til tey, sum spæla í lotto, so teir blíva kortini ikki burtur í skipanini, og teir koma soleiðis heldur ikki Danske Spil til góðar.

- Men, hugsa tær, hvussu keðiligt tað má vera - at tú hevur keypt ein seðil og vinnur so nógvar pengar - og so kortini ikki fær pengarnar. Tað er jú ein strævin tanki at hugsa, sigur Pernille Mehl.