Leita á in.fo

Danjal av Rana 25.02.2015 (14:12)

Sveinur Tróndarson kærir dómin

Bjørn á Heygum, sakførari hjá Sveini Tróndarsyni, sigur, at teir fara at skriva kæruna til Landsrættin longu í kvøld, men sigur, at hann einans kann úttala seg vegna sín klient.

 

Bjørn á Heygum, ið nú hevur havt stundir at lesa grundgevingarnar hjá dómaranum, øtast.

 

- Dómarin ger eina niðurstøðu upp á skeiv premissir. Hann leggur munandi meiri í orðini enn tað, sum tey fýra tíðindafólkini hava skrivað, segði Bjørn á Heygum við Rás 2 klokkan 15. Han

 

Bjørn á Heygum vísir á, at fjølmiðlafólkini ongantíð hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert, einans at hann hevur ført seg óregluliga fram.

 

- Dómarin leggur til grund, at tey hava ákært Jørgen Niclasen fyri at gera nakað revsivert, og dømir tey tí fyri ærumeiðing, men tað hava tey ikki gjørt. Tey hava skuldsett hann fyri at snýta, men ikki fyri at gera nakað revsivert, sigur Bjørn á Heygum.

 

Samrøðan við Bjørn á Heygum verður løgd út á in.fo seinni í dag.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her