Kavin elvir til ruðuleika

Bilar standa fastir við Norðskálatunnilin og á Vestmannavegnum.


Rættiliga nógvur kavi hevur lagt seg kring landið í nátt, og tað tarnar ferðsluna ymsastaðni. 


Løgreglan upplýsir, at tað serliga er á Vestmannavegnum og vestanfyri Norðskálatunnilin, at trupulleikar er við ferðsluni.


- Trupulleikin er serligum á teimum vegum, ið liggja høgt uppi. Fleiri bilar standa fastir á hesum støðum, og Landsverk hevur heitt á bilførarar um at steðga í Norðskálatunlinum, soleiðis at maskinurnar fáa koyrt niðan og rudda vegin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.