Leita á in.fo

Heri Simonsen 07.02.2016 (00:15)

Svimjingin knýtti Kristinu og Anniku saman

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Kristinu Háfoss og Anniku Olsen í sendingini "Hvonn Live", sum var send beinleiðis á Rás2 leygarkvøldið.

 

Flestu fólk kenna Kristinu og Anniku, sum politikkarar, men tær hava eina felags fortíð, sum elitusvimjarar. Ein fortíð, sum skapti vinarbond millum tær báðar, og gistu tær ofta hjá hvørjari aðrari í Vági, og á Argjum. 

 

Kristina og Annika eru glaðar fyri upplivingarnar svimjingin gav teimum, og tað góða samanhaldið, sum var millum svimjararnar, men talan var eisini um eina strævna tíð við nógvari venjing.

 

Hilmar Jan spurdi eisini tær báðar hvønn førning svimjingin hevur givið teimum báðum, tá tær hava virkað í politikki. Har heldur Annika, at teirra felags fortíð hevur gjørt, at tær hava ansað væl eftir hvørjari aðrari, tá tað kemur til orðalag og virðing í kjakunum, sum hava verið í løgtinginum, har tær politiskt ikki altíð hava verið samdar. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her