Leita á in.fo

Jóannes Hansen 04.10.2004 (14:05)

Tað er aftur lívligt á Sevmýri

Sjálvsagda vendingin er, at leygardagin kom TB upp á pláss aftur. Síðani fyrstu niðurflytingina í 1988 hevur aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, fleiri ferðir verið í næstbestu deildini og vent. Vónin hevur hvørja ferð verið, at tað skuldi eydnast aftur at vera við í kappingini, har tað er mest hugaligt at vera. Nú eydnaðist tað at flyta uppaftur, men í fyrstu atløgu verður á Tvøroyri ikki rokna við nógvum øðrum enn, at TB skal stríðast fyri at varðveita plássið í 1. deild.
Hetta er í fyrstu atløgu. Tá ið hugt verður eitt sindur longri fram í tíðina, eru teir ikki sørt bjartskygdir á Tvøroyri. Úrslitini í yngru deildunum boða frá, at tað eru evnaríkir spælarar í TB, og um rætt verður borið at, og umstøðurnar annars vera at liva og virka har suðuri, so átti hetta um ikki so mong ár at sæst aftur í TB.
Tað eru ikki so nógv ár síðani, at tað var óhugsandi, at yngstu liðini hjá TB skuldu kappast í meistarabólkinum. Í ár vunnu smádreingirnir og piltarnir bronsu, og smápiltarnir vunnu silvur í FM kappingini. Oftast er tað meiri spurningurin, hvørjir møguleikar verða givnir teimum ungu og børnunum heldur enn, um evnini eru har. Í ár hevur Eyðun Svalbard tikið sær av smádreingjaliðnum, meðan Pól F. Joensen hevur tikið sær av piltunum og smápiltunum.
Fleiri av hesum knassunum fara um nøkur ár at vera við til at lyfta TB. Júst nú uppflytingin er vorðin veruleiki, er stóri spurningurin, hvussu tað fer at verða næsta ár.
Sofus Laðanberg er formaður í TB. Hann er drívmegin, tá ið tað ræður um at fáa fíggjarliga grundarlagið undir felagnum at rigga. Í dagliga yrki sínum er hann norðanfjørðs. Í fleiri ár sigldi hann um Vestmannasund. Nú er hann stýrimaður á Dúgvuni, sum siglir um Leirvíksfjørð. Tað hevur ikki verið verri fyri TB kassan, at formaðurin hevur siglt um Vestmannasund og nú siglir millum Klaksvík og Leirvík. Har er nógv fólk at hitta, sum ikki javnan eru á Tvøroyri, og so dettur onkur króna her og onnur har í TB kassan.
Á Tvøroyri eru tað eisini fleiri, sum arbeiða í stuðulsfelagnum og sum eru við í øðrum tiltøkum, sum hava til endamál at økja um inntøkurnar og á annan hátt at skapa karmar um og grundarlag fyri fótbóltinum á Tvøroyri.
Í fótbóltsdeildini er samfelagsfrøðingurin Bjarni Mortensen formaður. Tað er ivaleyst ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað fyrst og fremst eru formaðurin í felagnum og so formaðurin í fótbóltsdeildini, sum fyrst og fremst hava við tað fótbóltsliga at gera.

Nógv at fáa upp á pláss
Bjarni Mortensen sigur, at tey í felagnum hava leingi arbeitt út frá, at møguleikin fyri uppflyting skuldi gerast veruleiki. Men hann heldur samstundis, at tað er nógv arbeiði eftir at gera, áðrenn TB kann roknast at vera ført fyri at fara í stríðið fyri at varðveita nývunna plássið.
Í fyrstu syftu verður á onkrum økjum byrjað so at siga niðanfyri nullpunktið. Dan Mortensen, sum í fleiri ár hevur verið liðformaður og ein av bestu TB spælarunum, er farin av landinum at arbeiða. Ein av gávuríku ungu monnunum, Bárður Dimon, ætlar sær at fara sama veg, og Rasmus Nolsøe, sum eisini er evnaríkur ungur spælari, ið er uppaldur á Sevmýri, spælir við HB.
- Tá ið tað viðvíkur tí fótbóltsliga, so eru tað tríggir lutir, sum vit fokusera uppá. Allir eru teir neyðugir, og hvør sær eru teir ivaleysa stórir. Eitt er, at vit mugu leggja stóra orku í at menna ungu og í 1. deildarhøpi ikki royndu spælararnar, sum nú skulu royna seg. Í hesum bólkinum eru lutfalsliga nógvir. Eitt annað er, at stórur dentur skal leggjast á organisatiónina ella skipingina av liðnum. TB hevur spælt rættuliga álopskent í ár. Tað fer neyvan at bera til at halda fram á sama hátt, nú mótstøðan verður av heilt øðrum slagi. Tað verður heldur eingin meining í bara at verja og sparka burtur. Nú skal finnast fram til, hvat er skilabest. Og fyri tað triðja mugu vit fáa nýggjar spælarar. Bæði heilt góðar spælarar at styrkja um toppin og so aðrar spælarar, sum kunnu vera við til at styrkja um breiddina á liðnum. So her er nóg mikið at arbeiða við, staðfestir Bjarni Mortensen.
Jon Johannesen hevur verið leikandi venjari í gott og væl tvey ár. Tá ið vit fregnast um, hvussu tað verður við venjara næsta ár, sigur Bjarni Mortensen, at hetta ikki er avgjørt enn.
- Vit eru akkurát fluttir upp. Hetta verður ein av fyrstu uppgávunum, sum vit mugu fara undir at loysa.
Hvussu verður tað við spælarum?
- Vit hava tríggjar veteranar á liðnum. Her hugsi eg um Jon Johannesen, Óla Johannesen og Einar Petersen. Harafturat hava vit havt ganesisku Daniel, sum er 194 centimetra høgur miðvallari og Immanuel, sum er álopsspælari. Enn er eingin formliga avtala gjørd við hvørki teir ella aðrar. Men vit fara nú undir hetta arbeiðið, og tað ræður um at spæla kortini rætt, so vit koma í so mikið fræga støðu, sum tað ber til. Tað krevst, um vit skulu hava møguleika at røkka málinum, sum vit halda, at tað er møguleiki fyri at røkka, sigur Bjarni Mortensen.
Hann heldur eisini, at fótbóltshýrurin aftur er vorðin góður á Tvøroyri:
- Í níti árunum mistu vit so nógv fólk, at tað næstan var neyðugt at byrja av nýggjum. Áhugin millum fólkið her suðuri hevur altíð verið stórur, men tað hevur ikki altíð kenst so hugaligt. Nú sær framtíðin hampuliga góð út. Tað eru fleiri, sum vilja lyfta og bera, og so er at vóna, at vit næsta ár fara at fáa fólk til eitt lið, sum verður ment at kappast við hini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her