28.07.2014 06:07
27.07.2014 22:07

fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 1.5m/s

Sethús: Gróvargøta 14, 513 Syðrugøta, 975000 kr
Sethús: Blankagøta 15, 100 Tórshavn, 2400000 kr
Sethús: Eyrgøta 12, 490 Strendur, 1450000 kr

Vilmund Jacobsen 22.10.2013 (16:00)

Tað eru ov fá línuskip

Ein orsøk til, at størri virksemi ikki er á landingarmiðstøðunum kring landið, er, at tað eru ov fá línuskip eftir í føroyska fiskiskipaflotanum.

 

Niclas Davidsen, sum er ein av monnunum aftan fyri Landingarmiðstøðina við Toftagjógv, sigur, at tað serliga eru línuskipini, sum hava skapt arbeiði á landingarmiðstøðunum.

 

- Men, nú línuskipini eru so nógv færri í tali, er virksemið á landingarmiðstøðunum eisini har eftir.

 

Hann vísir á, at tá Landingarmiðstøðin við Toftagjógv landar tvey skip samstundis, eru vanliga eini 35 fólk til arbeiðis.

 

- So, hetta virksemið betýðir ikki einki, leggur Niclas Davidsen aftrat.

 

Sambært greiningini hjá grannskoðaravirkinum Januar, vóru línuskipini 22 í tali í 2008, men í 2012 vóru tey bert 16 - ella seks færri.

 

- Ársverkini í línuskipaflotanum vóru 292 í 2008, men í 2012 vóru tey bert 220 í tali, sigur grannskoðaravirkið Januar í sínari greining.