Fyrilestur: 366 marathon við sklerosu

Annette Fredskov setti sær sum mál at renna 366 marathon í 365 dagar - og hetta megnaði hon.


Í kvøld fer Annette Fredskov at halda almennan fyrilestur um sítt lív. Annette Fredskov setti sær sum mál at renna 366 marathon í 365 dagar - og hetta megnaði hon.

 

Nú er hon komin til Føroya at fortelja um sínar avbjóðingar við renning og sklerosu. Fyrilesturin er lívsjáttandi og gevur góðan íblástur - eisini til tey, sum ikki ætla sær at renna Tórshavn Marathon.

 

Stigtakarar til fyrilesturin við Annette Fredskov eru Tórshavn Marathon og Bragdið.

 

Annette Fredskov er komin til Føroya við góðum stuðli frá Sklerosufelag Føroya, og fyrilesturin hjá henni verður á Torginum í SMS í kvøld klokkan 19.30.