Leita á in.fo

Árliga skrúðgongan hjá LGBT seinastu árini hevur havt stóra undirtøku í fólkinum

Eirikur Lindenskov 16.03.2016 (06:51)

Taktikkur og hevnd eru lagnan hjá samkyndum

Greining: Søguligur dagur fyri samkynd í Føroyum

 

Í dag kann avgerðin fella, um samkynd fólk í Føroyum sleppa at giftast ella ikki. Tí løgtingið fer í dag undir aðru viðgerð av lógaruppskotinum um broytingar í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini at atkvøða um málið.

 

Fellir tingið uppskotið, so verður tað ikki á hesum sinni, at tey samkyndu sleppa at giftast. Verður uppskotið samtykt við aðru viðgerð í dag, fer tað víðari til triðju viðgerð, tá løgtingið aftur fer at atkvøða. Tá kunnu tingfólk broyta støðu og fella málið.

 

Tað er tó greitt, at tað hevur ongantíð verið so stór undirtøka í løgtinginum fyri, at samkynd skulu sleppa at giftast, sum nú. Í Tjóðveldi og Framsókn er full undirtøka, og í Javnaðarflokkinum er stórur meiriluti fyri – um ikki full undirtøka.

 

Miðflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Fólkaflokkurin eru ímóti. Annika Olsen hevur tó av tingsins røðarapalli boðað frá, at hon fer at atkvøða fyri. Men hon hevur ikki viljað sagt, hvussu endurnýggjaði limaskapurin í Fólkaflokkinum fer at ávirka støðu hennara í dag. Tí í valstríðnum lovaði hon Jørgeni Niclasen, at hon var ímóti hesum máli.

 

Hon kann bara halda annað av hesum lyftum í dag – ella hon velur bleytu millumloysnina at atkvøða blankt – einki at meina – og soleiðis hjálpa samgongutinglimum at samtykkja málið, hóast onkur í samgonguni atkøvður ímóti. Tá kann hon skáka sær undan báðum lyftunum og so til triðju viðgerð taka endaliga støðu. Tí tá veit hon, hvussu hini fara at atkvøða, og kann hon tá atkøvða ímóti síni sannføring, uttan at tað fær týdning fyri úrslitið.

 

Hóast Bárður Nielsen hevur boðað frá, at Sambandsflokkurin fer at atkvøða ímóti, so hevur eitt nú Magni Laksafoss alment boðað frá, at hann fer at atkvøða fyri.

 

Í gjárkvøldið kom so ein áheitan frá ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum, har tey heita á tingmenn floksins og restina av Løgtinginum um at atkvøða fyri broytingini í hjúnabandslógini.

 

Spurningurin er so, hvønn týdning vit skulu leggja í, at tað er abbadóttir Edmund Joensen, tingmann floksins, sum skrivar undir áheitanina, sum floksskrivarin, Reidar Nónfjall, sendi fjølmiðlunum. Hon er næstforkvinna í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum. Tað merkir í øllum førum, at tað er ikki semja í baklandinum hjá Sambandsflokkinum um, at tingmenn hjá flokkinum – ímóti síni sannføring – skulu fella málið.

 

Tað margháttligasta av øllum, sum hevur ljóðað, er at tað skulu vera tingfólk úr Javnaðarflokkinum, sum kunnu fella uppskotið. Um so er, so hava Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin ein stóran trupulleika. Ikki bara tí at tey styggja Sonju Jógvansdóttir enn longur frá sær. Men tá livir flokkurin ikki upp til álitið sum tann savnandi flokkurin í føroyskum politikki. Ein støða, sum Javnaðarflokkurin hevði frá 1958 til 1994 – og eitt álit, sum flokkurin – og serliga Aksel V. Johannesen – fyri fystu ferð í 25 ár endurvann á løgtingsvalinum 1. september í fjør.

 

Tað er ilt at meta um, hvør lagnan verður hjá hesum umstrídda tingmáli. Skulu vit gita, so verður málið samtykt. Tað gita vit, tí tað eru fleiri tingfólk, sum eru fyri, at samkynd skulu sleppa at giftast, enn tað eru tingfólk, sum eru ímóti.

 

Orsøkin til at vit kortini ivast er, at eru politikarar, sum taka avgerðina. Og politikarar eru ikki at líta á. Taktikkur, øvund, hevndarhugur og tað at leggja mótstøðufólki fótonglar hevur ofta størri týdning, enn tann góði politikkurin, sum tey sjálvi siga seg standa fyri, og sum tey halda er tann besti.

 

Tí stendur alt, tá saman um kemur, púra opið í hesum máli í dag.

 

Myndirnar eru frá tingfundinum, tá uppskotið varð lagt fram.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her