fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

www.tb.fo: Árni Rúnar Ørvarsson og TB formaðurin Niels Pauli Eysturberg

Jóannes Hansen 14.02.2016 (21:52)

TB hevur skrivað undir við íslending

Nú er tað greitt, at tað eisini í ár verður ein íslendingur á TB liðnum. Í fjør vóru tveir íslendingar á Tvøroyri – umframt venjaran Páll Guðlaugsson. Teir vóru Andri Freyr Björnsson og Reynir Magnússon.

 

Hvørgin teirra verður á TB liðnum í ár, men nú hevur ein annar íslendingur skrivað undir sáttmála við TB. Talan er um 21 ára gamla Árna Rúnar Ørvarsson. Hann er ætlaður at spæla í miðverjuni.

 

Árni Rúnar Ørvarsson er 188 cm høgur. Í fjør spældi hann níggju dystir við Dalvík í næstbestu deildini í Íslandi. Seinastu vikurnar hevur hann royndarvant við TB, og nú er sáttmáli undirskrivaður, sum ber við sær, at íslendski spælarin verður partur av TB liðnum í ár, veit heimasíðan hjá TB at siga.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her