Leita á in.fo

Jákup Mørk 27.07.2015 (22:53)

Teldusníkar órógva netið

Fleiri føroyskar heimasíður hava seinastu vikuna verið offur fyri álopum frá teldusníkum, og nú er túrurin eftir øllum at døma komin til sjálvan infra-strukturin í okkara interneti.

Vodafone hevur í øllum førum sent út tíðindaskriv, har tey siga, at álopið hevur darvað ferðsluna á Farice-kaðlinum. Sagt verður, at talan er um sonevnt DDS-álop. Ein stytting, sum stendur fyri Distributed Denial of Service.

- Vit hava steðgað hesum álopinum, men fylgja støðuni tætt, tí ofta koma onnur líknandi álop í kjalarvørðinum á einum tílíkum álopi, sigur Gudny Langgaard stjóri á Vodafone. Hon vísir á, at enn hevur eingin tikið ábyrgd av álopinum, men at tað ikki er óhugsandi, at hetta hevur okkurt við mótmælini móti grindadrápi, ið hackarar hava luttikið í seinastu tíðina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her