fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 12.09.2014 (13:58)

Tí sleppur Sea Shepherd á Fólkafundin

Tá ið Sea Shepherd boðaði frá, at tey ynsktu at luttaka á Fólkafundinum í Runavík næsta vikuskiftið, fingu fyrireikararnir av Fólkafundinum ein sera viðkomandi og áhugaverdan spurning at taka støðu til.

Summir føroyingar halda, at Sea Shepherd hevur einki at gera í Føroyum, og í løtuni liggur lógaruppskot í løgtinginum, sum skal skapa lógarheimild fyri at forða felagsskapum sum Sea Shepherd at sleppa inn í landið.

Tí var tað áhugaverdur spurningur, um Sea Shepherd skuldu bjóðast við inn í tað innasta í føroyskum fólkaræði – árliga Fólkafundin.

- Vit høvdu ymisk fyrivarni, tá ið vit fingu fyrispurningin frá Sea Shepherd, og vit ráðførdu okkum eisini við ymisk fólk. Niðurstøðan er, at Fólkafundurin er ein demokratiskur festivalur, og vit mótsiga okkum sjálvum, um vit nokta Sea Shepherd atgongd til tiltakið, sigur Ólavur í Geil, samskipari av Fólkafundinum.

- Tað einasta, sum kundi fingið okkum at broytt hugsan, var, um Sea Shepherd ikki hevði loyvi at koma til Føroya, sigur hann.

Sea Shepherd sleppur tí at luttaka á jøvnum føti við allar hinar áhugafelagsskapirnar á Fólkafundinum 2014. Sea Shepherd skal hava bás á Fólkafundinum, og tey skipa eisini fyri einum kjaktiltaki.

- Vit ynskja at menna kjakið í Føroyum, og tí kunnu vit ikki útihýsa einum felagsskapi frá tiltakinum, sigur Ólavur í Geil.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her