Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 19.10.2014 (22:45)

Tíggjunda bókin frá Eilifi Samuelsen

Týsdagin gevur Forlagið HEMLID út stórverkið hjá Platon: Staturin. Tað er tíggjunda bókin frá forlagnum við Eilifi Samuelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni.

 

Í fjør og í fyrraárið um hesa tíðina komu tvey megnarverk eftir Aristoteles, næmingi Platons, ávikavist Etikkin og Politikkur, allar í týðing eftir Eilif Samuelsen.

 

Platon var næmingur hjá Sokratesi. Hann livdi frá 427 - 347 f.Kr. var grikskur heimspekingur og saman við næmingi sínum Aristotelesi legði hann grundirnar undir europiska heimspeki.  Tá ið hann var føddur, hoyrdi Platon upp í tað besta athenska aristokratiið. Faðirin, Ariston, segðist at vera ættaður frá tí seinasta konginum í Athen. Móðirin, Periktione, kundi - kanska við betri rætti - føra sína ættartalvu aftur til ein vin og skyldmann, Solon, lóggeva. Har vóru tveir brøður, Adeimantos og Glaukon, báðir ætlandi eldri enn hann. Júst her í "Statinum" eru teir teir mest týðandi partarnir í samrøðuni.

 

Barna- og ungdómsár Platons hava uttantil verið merkt av teimum seinastu krígsárunum, tá ið Athen gjørdi sínar seinastu vónleysu royndir at koma ovast í bardaganum við Sparta, men tað førdi sum kunnugt bara til vanlukkuna í 404. Alt hetta hevur bara óbeinleiðis sett sær spor í ritverkini hjá honum. So mikið meira hevur tað, at hann hitti Sokrates, og samveran við hann havt at týða; ávirkanin frá hesum manninum og - fyri at brúka eina nútíðar orðing: persónliga útstráling - bleiv altavgerandi fyri hansara lív og hugsan seinni. Og at júst hann, "tann besti og rættvísasti av øllum" skuldi gerast offur fyri einum justitsmorði - hvussu kundu Platon og hansara samsintu meta tað øðrvísi? - tað hevur verið, ikki bara ein andaligur skelkur, men gjørdist eisini tann geringin, sum hevur gjøgnumsúrgað alt lív Platons, hansara virki og ritverk.

 

Platon skrivaði ikki heimspekiligar ritgerðir, men dialogar, tvírøður. Staturin  er tann longsta og tann tvírøðan, sum hevur havt mest víðfevndu ávirkanina. Í verkinum skifta Sokrates og samrøðufelagar hansara orð um eina røð av heimspekiligum økjum, m.a. etikk, metafysikk, ástøðislæru og politiska heimspeki.

 

Staturin er bygdur upp sum ein sokratisk tvírøða við tí í hyggju at finna fram til týdningin av hugtakinum rættvísi. Tvírøðan kannar tveir grundleggjandi spurningar. Tann fyrri spurningurin er "hvat er rættvísi". Sokrates viðger spurningin, bæði tá tað snýr seg um tað politiska samfelagið, og tá tað snýr seg um tað einstaka menniskjað ella sálina. Hetta ger hann fyri at taka hin spurningin í tvírøðuni upp til viðgerðar "er tann rættvísi maðurin eydnusamari enn tann órættvísi maðurin?" ella "hvat er sambandið ímillum rættvísi og eydnusemi?" Eftir at hava sett hesar báðar meginspurningarnar í kjakinum, verða heimspekiligu mál Platons í tvírøðuni etisk og politisk. Fyri at greina hesar báðar spurningarnar byggja Sokrates og samrøðufelagar hansara ein rættvísan polis, ein býarstat, upp í orðum,  Teir gera hetta fyri at greiða frá, hvat rættvísi er, og síðani halda teir fram at lýsa, at rættvísi í polis er líkt rættvísi í tí einstaka menniskjanum.

 

Tað er Forlagið HEMLIÐ, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 10 bøkur.

Bókin er 448 bls. og kostar 348 kr.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her