Tjóðpallurin skal liggja í Havn

Tað var ikki gamalt, at man legði landsstovnar aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, sigur borgarstjórin í Havn um staðsetingina av Tjóðpallinum


Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at byggja ein tjóðpall í høvuðsstaðnum. Í tí sambandi hevur Tórshavnar kommuna eisini bjóða landinum Skálatrøð til verkætlanina, men um vikuskiftið gjørdist greitt, at Tórshavnar kommuna ikki er einasta kommuna í landinum, ið ynskir at hýsa hesum stovni.

Í lesarabrævi sent miðlunum leygarmorgun boðaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, frá, at stóra kommunan á Skálafjørðin hevur bjóðað seg fram at hýsa stovninum og er sinnað at samráðast um fígging av verkætlanini.

Hóast borgarstjóri í Runavíkar kommunu vísir á, at Skálafjørðinum skjótt verður ein partur av miðstaðarøkinum, so er Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ikki serliga fegin um uppskotið frá starvsfelagum á Skálafjørðinum.

- Um tað er ein tjóðpallur, so er tað ein tjóðpallur fyri alla tjóðina. Og tað var ikki gamalt, at man legði landsstovnar aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Tað er so einfalt, er svarið frá borgarstjóranum, tá hon verður spurd um uppskotið hjá Tórbjørni Jacobsen.

Tórbjørn Jacobsen lat í lesarabrævinum eisini upp fyri møguleikanum, at Runavíkar kommuna kundi taka eina hond í fíggingini av nýggja tjóðpallinum. Eitt slíkt tilboð skal man tó neyvan vænta frá høvuðsstaðarkommununi.

- Tjóðpallurin er ein landsstovnur, ið Mentamálaráðið kemur at byggja. Hvat tey gera veit eg ikki, men eg haldi tað er rættast, at hann óansæð liggur í Havn. At man nú roynir at kappbjóða um pengar hvar ein landsstovnur skal liggja, virkar eitt sindur fjákut, sigur hon og leggur afturat.

- Hvørki Tórshavnar kommuna ella Runavíkar kommuna hava heimild at fíggja ein landsstovn. Vit hava ikki lov at byggja ella fíggja Landssjúkrahúsið, miðnámsskúlar ella annað. Tað er fullkomliga atskilt millum landsuppgávur og kommunalar uppgávur. 

At Runavíkar kommuna nú bjóðar eina alternativa staðseting av Tjóðpallinum kemur í kjalarvørrinum av, at fleiri havnarborgarar hava gjørt greitt, at tey ikki ynskja ein tjóðpall á einasta stóra parkeringsplássi í miðbýnum. Annika Olsen ásannar, at hetta er ein trupulleiki, men at tað er nakað, ið man alla tíðina hevur havt í huga.

- Vit hava sagt við bæði Mentamálaráðið og løgtingsins fíggjarnevnd, at vit mugu fáa loyst avbjóðingarnar við parkering, áðrenn man byrjar at byggja tjóðpallin. Tað sigur seg sjálvt, tí vit hava longu frammanundan stórar avbjóðingar við parkeringsviðurskiftum.

Í tí sambandinum vísir hon á, at kommunan arbeiðir av øllum alvi fyri at loysa knútin, so at pláss verður fyri Tjóðpallinum, uttan at tað ávirkar parkeringsviðurskiftini í býnum.

- Eg eri greið yvir avbjóðingina, og tí er tað eisini, at vit seta øll segl inn til at loysa parkeringsviðurskiftini. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at byggja eitt parkeringshús saman við Tjóðpallinum, men harumframt mugu vit eisini fáa fleiri parkeringspláss í býnum, sigur borgarstjórin.