VIDEO: Javnleikurin hjá Danmark og sigurin hjá Fraklandi

(Video) Síggj hæddarpunktini frá Frakland-Peru 1-0 (1-0) og Danmark-Avstralia 1-1 (1-1)


Christian Eriksen legði Danmark á odda 1-0 í dystinum ímóti Avstralia

Christian Eriksen legði Danmark á odda 1-0 í dystinum ímóti Avstralia

Tveir dystir vóru leiktir í HM-bólki C í dag, og staðfestast kann nú, at Frakland hevur vunnið í áttandapartsfinalurnar, og Peru er úti av kappingini. Danmark og Avstralia stríðast um hitt plássið í áttandapartsfinalunum.

 

Frakland hevur seks stig, Danmark hevur fýra stig, Avstralia hevur eitt stig og Peru hevur einki stig aftaná tvey umfør eru avgreidd. Komandi týsdag verða dystirnir Frakland-Danmark og Avstralia-Peru. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Danmark og Avstralia.

 

Danmark – Avstralia 1-1 (1-1)

1-0 Christian Eriksen, 7

1-1 Mile Jedinak, 38 br

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Frakland og Peru. 

 

Frakland – Peru 1-0 (1-0)

1-0: Kylian Mbappé, 34.