Leita á in.fo

Hallur av Rana 03.09.2015 (12:08)

Toftir misti sín tingmann

Tá Alfred Olsen týskvøldið gjørdist ov stuttur á løgtingsvalinum, so merkti tað at, at tað er fyrstu ferð síðani 1970, at ongin tingmaður er úr økinum.


Toftir hevur nevniliga longi verið ein háborg hjá Sambandsflokkinum, har serliga ein familja hevur verið vald inn á ting í eitt mannaminni.


Tað byrjaði við Jens Christian Olsen, ið varð valdur inn á ting fyri fyrstu ferð í 1940. Hann satt øll krígsárini, men varð ikki afturvaldur í 1945. Í 1948 til 1950 varð hann á tingi, tá Andras Samuelsen gjørdist løgmaður, og við valið í 1950 endurvann hann sín tingsess, og sat á tingi fram til 1963.


Tað skuldi so ganga sjey ár, har ongin tingmaður var úr Toftum, men í 1970 eydnaðist tað aftur, tá ein av synunum hjá Jens Christian, Jógvan Ingvard Olsen, varð valdur á ting.


Jógvan Ingvard Olsen sat á tingi í samfull 28 ár, frá 1970 til 1998, harav hann seinastu árini røkti starvið sum løgtingsformaður, umframt at hann eitt stutt tíðarskeið var landsstýrismaður í fiskivinnu- og orkumálum.


Tá Jógvan Ingvard Olsen avgjørdi ikki at stilla upp, var tó ein annar Olsen og sambandsmaður klárur at taka við, nevniliga hálvbeiggin Alfred Olsen, ið eisini var sonur Jens Christian Olsen.


Alfred Olsen hevur sitið á tingi síðani 1998, men gjørdist hesaferð ov stuttur. Frá 2001-2007 var hann næstformaður í Sambandsflokkinum og hevur eisini verið næstformaður í formansskapinum hjá løgtinginum.


Um hugt verður eftir hvussu atkvøðurnar fullu á Toftum, so valdu 44,5 prosent av veljarunum, tað vil siga 352 veljarar, Sambandsflokkin. Tað var tó bara umleið helmingurin, 171 veljarar, ið valdu Alfred Olsen. 181 atkvøður fóru harvið til onnur valevnir hjá Sambandsflokkinum.


132 atkvøður restaðu í fyri at Alfred Olsen skuldi verða valdur, so staðfestast kann, at um Toftafólk høvdu valt lokalt, so hevði bygdin varðveitt sín tingmann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her