Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 10.11.2014 (07:28)

Tórbjørn Poulsen farin

Fríggjadagin bórust deyðsboðini av Tórbjørn Poulsen, fyrrverandi landsstýrismanni og løgtingsmanni.

 

Tórbjørn Poulsen var 82 ára gamal, nú hann doyði. Hann var føddur 25. januar í 1932. Hann var sonur Poul á Grundini av Eiði og Miu á Lava. Tey búðu á horninum í Varðagøta/Sjúrðargøta í Rabarbukvarterinum í Havn.

 

Hann var útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1959 og starvaðist sum leiðari á Loranstøðini á Eggjunum í Vági fyrstu árini fram til 1962. Hann starvaðist sum verkfrøðingur hjá Post- og Telegrafvæsenet í Danmark frá 1962-1973, tá familjann flutti heim til Føroya, og Tórbjørn fór í starv sum deildarlieðari hjá Telefonverkinum. Hetta starvið røkti hann fram til 1997, tá hann legði frá sær.

 

Tá Pauli Ellefsen skipaði landsstýri 5. januar í 1981, vóru boð eftir Tórbjørn Poulsen at røkja starvið sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Samgonga varð skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Tórbjørn Poulsen røkti starvið sum landsstýrismaður hetta skeiðið, sum vardi fram til 11. janaur í 1985. Hesa tíðina hevði Tórbjørn Poulsen farloyvi frá Telefonverkinum.

 

Tá Hilmar Kass legði frá sær sum tingmaður og ikki stillaði uppaftur á løgtingsvalinum í 1988, var Tórbjørn Poulsen valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymoyar Valdømi. Hetta starvið røkti hann fram til løgtingsvalið, sum varð útskrivað í úrtíð í 1990.

 

Umframt politisku størvini sum løgtingsmaður og landsstýrismaður, røkti Tórbjørn Poulsen eisini onnur almenn størv sum limur í Tórshavnar Líkningarnevnd 1985-88, Stýrislimur í Norðurlandahúsinum 1985-91 og 1996-97, limur í Yvirfriðingarnevndini frá 1991, og stýrislimur í Nordens Institut i Grønland/NAPA 1998-2000.

 

Tórbjørn Poulsen var giftur við Áslu, fødd Mouritsen, dóttir Sigrid Johannesen úr Funningi og Hans Paula Mouritsen úr Sørvági. Tey fingu børnini Guðrið, Marjun, Poul Henrik, Sigmar. Poul Henrik doyði í 2005.

 

Tórbjørn Poulsen verður borin úr Vesturkirkjuni í Havn í dag klokkan 13.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her