Leita á in.fo

Hilmar Jan Hansen 19.07.2009 (21:17)

Torkil vann Statoil Kring Føroyar

Eftir at hava verið næstfremstur tey bæði undanfarnu árini, skúgvaði Torkil Veyhe hesa ferð allan iva til viks og vann Statoil Kring Føroyar. Samlaða tíðin var seks tímar, 36 minuttir og níggju sekund, og hann var næstan hálvanannan minutt framman fyri nummar tvey, sum var Guðmundur Joensen, ið aftur var tveir minuttir framman fyri nummar trý, Árna Már Jónsson.

 

Eisini í liðkappingini var Torkil Veyhe sigursharri, tí saman við Guðmundi Joensen og Gunnari Dahl-Olsen mannaði hann Team GTG, ið endaði heilar 13 minuttir og 42 sekund framman fyri HFR Team, ið taldi ferfalda kappingarvinnaran, Hafsteinn Ægir Geirsson, og Árna Már Jónsson og Pétur Ragnarsson.

 

Hjá kvinnunum var Súsanna Skylv Sørensen tann einasta, ið gjøgnumførdi, og hon var sannførandi allan vegin gjøgnum kappingina ? við fleiri sterkum monnum aftan fyri seg. Gunnlaugur Jónasson vann veterankappingina framman fyri Andrass Joensen, og teir báðir vóru somuleiðis sera væl við í opnu kappingini.

 

Hesa ferð var Streymoyarteinurin ikki gjøgnumførdur, tí veðurlíkindini fyrr í dag vóru ikki serliga góð, so tí var bara ein paradusúkkling í Havnini og á Argjum, áðrenn formaðurin í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, Jógvan Arge, kundi handa teimum bestu steyp, blómur og virðislønir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her