Leita á in.fo

Torkil Veyhe vann fyrsta málspurtin og legði út sum oddamaður í Volvo Kring Føroyar (Savnsmynd: Eyðbjørn Jacobsen)

Hilmar Jan Hansen 23.07.2014 (22:18)

Torkil Veyhe fyrstur á mál

Torkil Veyhe bleiv fyrstur á mál á fyrsta teininum í súkklukappingini Volvo Kring Føroyar, sum byrjaði í dag við 117 kilometra landavegssúkkling úr Vágum til Klaksvíkar, umvegis Agnið á eystara armi á Skálafjørðinum.

Vinnandi tíðin hjá Torkil var tveir tímar 25 minuttir og 30 sekund, og somu tíð hevði tann næstfremsti, sum var Miroslaw Adam Zyrek úr Íslandi, og smáar tríggjar minuttir eftir teir kom Bjarke Vodder Nielsen úr Danmark á mál.

Í bólkinum H45, sum eru eitt sindur meira tilkomnir súkklarar, var Gunnar Dahl-Olsen framman fyri ávikavist Sverra Mohr Edvinsson og Boga Kristiansen.

Kvinnurnar skuldu saman við unglingum og motionistum súkkla ein styttri tein, sum var 60 kilometrar, úr Hósvík og beina leið til Klaksvíkar, og har var Elsa Berg fremst. Men tvær, Lisette Rosenbeck og Súsanna Skylv, valdu tó at súkkla longra teinin.

Hjá unglingunum vann Søren Hjalte Steinhólm framman fyri ávikavist Rúnar Bogason og Tóra Thorleifsson, og hjá motionistunum var Andras Joensen fremstu, og síðani áttu Jan Bo Petersen og Evald Rasmussen tey bæði næstu plássinum.

Í morgin er annar teinurin í Volvo Kring Føroyar á skránni, og tá er talan um 112 kilometra landavegssúkkling úr Havn og um Eiðisskarð og so aftur ígjøgnum Norðskálatunnilin aftur til Kollafjarðar og so niðan á Oyggjarvegin við málinum á Sornfelli.

Allir súkklararnir fara avstað frá Effostøðini í Gundadali klokkan 15, men tey, sum súkkla styttra teinin upp á 60 kilometrar, skulu bara til Hósvíkar at venda og fara so niðan á Sornfelli.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her