Tórshavnar kommuna fær álvarsliga átalu frá løgtingsins umboðsmanni

Handfaringini av eini uppsøgn av starvsfólki í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu er ikki farin røtt fram. Løgtinsins umboðsmaður gevur Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri hetta.



Talan er um eitt mál frá juli 2017, tá ið starvsfólkið fekk ætlanarskriv um uppsøgn.
Klagað varð um hetta, og klagarin vísir á, at kanningarskyldan ikki varð hildin, áðrenn avgerð um uppsøgn varð tikin, at ávaring ikki varð givin, at lutfallsmeginreglan ikki varð hildin, og at avgerðin um uppsøgn var ósaklig.

Sakførari verið uppí, og nógv hevur verið skrivað aftur og fram. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur eisini verið uppí málinum.

Málið varð eisini lagt fyri løgtinsins umboðsmann, og nú hevur umboðsmaðurin talað:

“Samanumtikið fari eg at geva Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum máli. Eg fari somuleiðis at biðja Tórshavnar kommunu um at taka viðgerðina av hesum málinum uppaftur og lata meg frætta, hvat víðari hendir í málinum”.

Soleiðis skrivar Løgtinsins umboðsmaður, Sólja í Ólavsstovu.

Skriv eri eisini sent borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu og landsstýriskvinnuni í kommunumálum um hetta.

Umboðsmaðurin grundgevur nærri: 

“Hóast týðandi samstarvstrupulleikar vóru á arbeiðsplássinum, helt umboðsmaðurin einki vera, sum bendi á, at samstarvstrupulleikarnir høvdu týðandi neiliga ávirkan á, hvussu uppgávurnar á arbeiðsplássinum vórðu loystar. Umboðsmaðurin vísti á, at einki var skjalfest um orsøkirnar til ósemjurnar, ella at tað var klagarin, sum var høvuðsatvoldin til samstarvstrupulleikarnar.

Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevði gjørt hóskandi royndir at loysa trupulleikarnar, áðrenn farið var undir at siga klagaran úr starvi. Tá kommunan metti, at klagarin var høvuðsorsøkin til samstarvstrupulleikarnar, átti hon í minsta lagi at havt givið klagaranum eina ávaring, soleiðis at møguleiki var at fáa samstarvið  í rættlag aftur. Harumframt helt umboðsmaðurin ikki, at kommunan hevði hildið sína skyldu til eina víðkaða partshoyring av klagaranum.  

Í frágreiðingini til umboðsmannin skrivaði kommunan, at ábendingar vóru um persónsórógv. Umboðsmaðurin kundi als ikki góðtaka, at ein almennur myndugleiki og arbeiðsgevari nýtir slíkar orðingar um síni starvsfólk uttan at hava nakran fakligan førleika til tess".

Tórshavnar kommuna fær sostatt eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av hesum máli.